World Watch List – Somalia

Einki stað er trygt fyri tey kristnu í Somalia. Borgarakríggj, stammumentan og víðgongdur islamiskur harðskapur avmarka kirkjulívið og kristiliga virksemið. Trúgvandi fólk mugu liva sítt trúarlív í loyndum, annars eru tey í vanda fyri at verða burturvíst og harðliga viðfarin av familjuni, samfelagnum og víðgongdum muslimum.

“Vit vóru øll deyð, men Jesus kom fyri at bjarga okkum og geva okkum nýtt lív.” – Momina, kristin í Somalia.

Jagstran innan fyri familjuna

Tað ber ikki til at hava gudstænastur alment ella at játta tína trúgv í Somalia. Islam verður mett sum ein avgerandi partur av somalienska samleikanum, og ein og hvør, sum verður mistonktur fyri at hava skift trúarveg frá islam til kristindómin, verður álopin ella eyðmýktur alment. Tey kristnu eru eisini í vanda fyri at verða dripin av síni egnu familju og grannum. Kvinnur verða ofta útsettar fyri kynsligum harðskapi og tvingaðar at giftast – og hetta ger tær til ein av mest viðbreknu fólkabólkunum í Somalia. Landið hevur ongar innlendis lógir, sum verja fólk ímóti harðskapi.

LES EISINI  Sjey kristnir pílagrímar dripnir í Egyptalandi

Skotskivur hjá teimum víðgongdu

Kristin eru eisini í vanda fyri al-Shabaab, ein harðskapsbólkur, sum trýr, at lívið eigur at vera stýrt av Sharia lógini (islamisk lóg). Kristin, sum koma úr einum muslimskum umhvørvi, verða skotskiva hjá al-Shabaab og verða mangan avrættaði á staðnum. Trúgvandi familjur verða vanliga als ikki vardar, um pápin er dripin, rændur ella burturfluttur.

Hvussu kunnu vit biðja fyri Somalia?

  • Biðið fyri teimum trúgvandi í Somalia, sum verða gjørd til pínslaváttar.
  • Bið um, at tey mugu fáa troyst í Jesusi, og at tey kensluliga mugu verða grødd.
  • Bið um, at ein sterk kirkja má vaksa ímillum tað somalienska fólkið, so hvørt sum tey verða bundin at Jesusi í øllum lutum.
  • Bið um, at tey, sum hava ábyrgdina fyri forfylgingini og drápunum av teimum kristnu, mugu koma at kenna Jesus.

Simona Johannesen umsetti

Í 2021 seta vit fokus á forfylgd kristin. Tað gera vit millum annað við at týða World Watch listan, sum verður útgivin av felagsskapinum Open Doors. Á listanum fortelur Open Doors um tey 50 londini í heiminum, har kristin uppliva mestu forfylging.

LES EISINI  Egyptaland rættir hondina út til koptarar og letur upp risa katedral
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina