Tveir ungdómar sum møttust

Leygardagin 19. juni møttust tey ungu í Thabor í Fuglafirði og Tabor á Toftum
á sandinum í Saksun. Bilar fóru frá Thabor kl 18:15 og Tabor kl 18:20,
og vit møttust í Saksun kl 19. Tá ið vit komu oman á sandin,
fóru tey ungu at spæla ymiskt (fótbólt, flogbólt og kastaðu frisbee).
Tá ið meginparturin av fólkinum var komin oman á sandin, fóru vit at kappast.
Tey frá Thabor vóru saman, og tey frá Tabor vóru saman,
og so kappaðust vit móti hvørjum øðrum.

Fyrsta kappingin var um, hvør kláraði at gera ta betru og penaru grillina.
Fyrstu kappingina vann Thabor. Onnur kapping var stafett.
Tað bleiv runnið 3 ferðir 50 m, og tann, sum var fyrst á mál, vann.
Har vunnu tey á Toftum, so nú var 1-1.
Eftir hetta var hugni og grillaðir burgarar á skránni.
Tá ið tey ungu vóru mett og væl sett, fóru vit undir ta seinastu kappingina.
Tað var togtogan. Tað var sera spennandi at fylgja við.
Vit gjørdu nakrar dystir, men Tabor var tann sterkara samkoman.
Tey úr Thabor søgdu, at tey vilja hava ein umdyst einaferð í framtíðini,
og tað gleða báðir partar seg til.

LES EISINI  Skráin fyri vikuskiftið

Um 23 tíðina byrjaði tann meira seriøsi parturin.
Vit sungu nakrar sangir, og síðani var ein andakt,
sum Dann Johannesen hevði. Andaktin var út frá 1 Kor 9, 24-27,
har hann tosar um, at ítrottarfólk skulu vera avhaldandi.
Eftir andaktina grillaðu vit skúmgæti og gingu heilt út á endan av sandinum.

Millum kl hálvgun eitt og eitt fóru fólk so smátt heim,
men summi vóru eina løtu afturat.
Fleiri myndir og kanska onkur tekstur kemur út á politikken.dk einaferð.
Vit vóru so heppin, at ein, sum arbeiðir har,
var komin til Føroyar at fylgja við ungdóminum,
og hann setti seg í samband við onkran, sum var við.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina