Eg livi – meðan eg bíði

-Nú bíði eg mest eftir, til eg veri tikin inn í dýrdina, og tað gleði eg meg til. Eg veit ikki beinleiðis, hvussu tað fer at henda, men hvíli í, at tveir einglar koma eftir mær. Lívið heldur jú fram handan deyða og grøv saman við Jesusi,- Tað sigur 93 ára gamli, Bjarni Hansen, í Runavík.

-Eg fekk ein blóðtøpp, meðan eg sat í missiónshúsinum á Toftum fyri nøkrum árum síðani. Eg trúði, eg doyði, men yvirlivdi og kann siga, at tað, hóast alt, var ein sæl løta, tí eg líkasum upplivdi nakað av dýrdini hinumegin,- sigur hann.

-Eg eri fegin fyri lívið og royni at liva so leingi, eg livi, hóast aldur hevur sett sín dám á likamliga førleikan. Eg lesi ymiskt, komi til andaktir, gudstænastur og møtir her á Ellisheiminum, og tað fegnist eg um,- sigur hann.

-Eg havi ongantíð verið nøkur bønarhetja, men tosi við Jesus gjøgnum dagin. Soleiðis hevur tað altíð verið hjá mær, síðani eg kom til trúgv á Jesus. Eg leggi hvønn dag í Guds hendur, takki fyri lívið og royni at liva. Tá okkurt keðiligt hendir, so sum tá eg onkuntíð eri dottin, ja, so takki eg Gudi fyri, at eg ikki fekk skaða,- sigur Bjarni Hansen.

LES EISINI  Etiska ráðið skipar fyri almennum kjakfundi um linnandi viðgerð og lívsgóðsku áðrenn deyða
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina