290 ung á legu í Nesvík
Ungdómslegurnar hjá Heimamissiónini eru sera væl umtóktar millum tey ungu. Íalt hava 290 ung verið á tveimum legum í Nesvík í summar.
Ungdómslegan 8.-10. flokk var í juli mánaði við 110 luttakarum og 17+ legan var í august við 180 luttakarum. Tilsamans 290 glaðir og væl nøgdir ungdómar.
Evnið á ungdómsleguni var: ‘Jesus! What’s in it for me?’ og á 17+ leguni: ‘Jesus er harri’, við støði í fjallaprædikuni í Matt. 5-7.
Kartin Høgnesen, ið er ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini, fegnast um góðu gongdina og sigur: – Legurnar gingu væl og tað stóð ikki á at fáa fólk at hjálpa til á legunum. Kokkar, hjálparleiðarar og onnur. Øll hesi gjørdu eitt megnar arbeiði og tað takka vit hjartaliga fyri.
– Undirvísingin var sera góð! Anton og Fríðunn í Liljudali við bólki lærdu okkum nýggjar sangir, sum eru týddir til føroyskt.
Samanhaldið var gott og stundir vóru eisini til hugna, ymisk ítriv og spøl.
– Eg haldi, eg kann siga, at tað var eitt gott upplivilsi at síggja leiðarar og hjálparfólk, sum veruliga brenna fyri sakini, at tey ungu fáa høvið at læra um Jesus Kristus og at fylgja honum eftir, sigur Kartin.
Ungdómsarbeiði eru á hesum plássum: Skála, Strendur, Leirvík/Gøta, Glyvrar, Toftir, Sørvágur, Sandavágur/Miðvágur, Klaksvík, Tórshavn og Sunda kirkju.
1.– 3. novembur 2024 verður HMU-lega fyri 8. – 10. flokk.
Legan verður í Nesvík. Evnið er: ‘Rótfest í Guds orði.’
Tilmelding til leguna er á: www.mission.fo/tilmelding
Freistin at tilmelda seg er sunnukvøldið 27 oktobur.
Trýst á myndirnar niðanfyri og tær verða størri.