5 kristnir brúkarar á Tiktok – verdir at fylgja

Í September 2016 kom ein nýggj app út, sum æt Tiktok. Appin varð sera væl dámd av teimum ungu í aldrinum umleið 12-16. Men tá sóttarhaldið rakti allan heimin í mars í ár, endaðu øll inni á Tiktok. Fólk í øllum aldursbólkum sita nú um allan heimin og flenna eftir dansum, stuttligum lívssøgum, ráðum, sangum og mongum øðrum filmsbrotum. Filmsbrotini kunnu varða upp í 1 minutt.

Eitt, sum er sera smart við Tiktok er, at appin vísir tær nýtt innhald, sum minnir um teir brúkararnar, sum tú longu fylgir. Tað vil siga, at fylgir tú til dømis nógvum dansarum, so vísir appin tær fleiri dansifilmsbrot.

Kann Tiktok brúkast til Guds æru?

Tá eg ein dagin sat og hugdi at ymiskum, sum Tiktok væntaði mær fór at dáma, kom ein drongur fram á skermin, sum vitnaði um Jesus. Hetta bleiv eg sera glað um, og valdi at fylgja honum. Og síðani hevur Tiktok víst mær fleiri og fleiri ung á Tiktok, sum velja at brúka sín brúkara at prísa Gudi við.

Her eru 5 kristnir Tiktokbrúkarar, ið tú kanst fylgja:

@Anaisemedina

Anjalie byrjaði Tiktok í august 2019 sum 16 ára gomul. Hon varð doypt í august í 2018, og hevur fleiri ferðir deilt sína uppliving.. Í apríl legði hon eitt filmsbrot út, har hon vísti, hvussu Guds kærleiki hevði hjálpt henni við sínari hjartasorg. Á sínum Tiktokbrúkara leggur hon stóran dent á, hvussu vøkur vit menniskju eru og undufull skapað av Gudi. Anjalie tosar eisini nógv um, hvussu nógv hon elskar Jesus, og hvussu nógv hann elskar okkum.

LES EISINI  Stuðla trúboðarunum? Vit eru komin hálvan veg

@Thejoshestes

Tá 19 ára gamli Josh Ester byrjaði á Tiktok í september 2019 deildi hann fleiri filmsbrot um basketball. Hansara brúkari sá út til at vera sum hjá flestu øðrum, men 26 mars í ár deildi hann sítt fyrsta filmsbrot við kristiligum innihaldi. Í mai legði Josh eitt Tiktok út, har hann fortelur um seg, og hvat Gud hevur gjørt í sínum lívi, síðani hann gav Gudi sítt lív í august 2018. Josh leggur nógv ymiskt út á Tiktok, millum annað vísir hann, hvussu hann hvønn morgun klokkan 5.00 fer upp á takið biðja, lesa og syngja lovsang í áleið ein hálvan tíma.

@Whatsuphill

Hillary Caitlyn er uppvaksin í einum brotnum heimi. Hon var nógv útsett fyri rúsmisnýsltu sum ung. Hennara oyðiløgdu barnaár høvdu stóra ávirkan á ungdómsárini. Hon stríddist við bæði tunglyndi og skomm. Rúsevni og sex vóru eisini ein partur av gerandisdegnum. Hillary hevði sera lágt sjálvsvirði og hugsaði mangan ferðir um at taka sítt egna lív. Men sum 18 ára gomul tók hon ímóti Jesusi, og hann fekk vent lívi hennara við. Í dag er Hillary 27 ára gomul. Á sínum Tiktokbrúkara, sum hon stovnaði í august 2018, nýtir hon sera nógv myndatalu og vísir til bíbliuvers, og hon svarar eisini uppá spurningar, sum hennara fylgjarar spyrja. Hillary Caitlyn eigur heimasíðuna Whatsuphill.com, har hon millum annað leggur bloggar út og bjóðar fylgjarum at senda bønarevnir inn.

LES EISINI  Er munur á boðskapinum hjá okkum og tiktok?

@Davidmatt12

David Matteucci er 20 ára gamal og er lovsongsleiðari. David byrjaði á Tiktok í 2018. Hann royndi at leggja nógv út, sum heimurin vildi síggja, tí hann vildi gerast kendur á Tiktok. 16. apríl í ár legði hann eitt filmsbrot út, har hann greiddi frá, hvussu hann hevði fylgt heiminum í vón um at fáa nógvar fylgjarar, men fór nú at broyta innihaldið á sínum brúkara. Filmsbrotini á hansara brúkara hava síðani verið sangir, sum hann er vanur at syngja á pallinum og svar upp á spurningar í samband við bíbliuna. 27. mai byrjaði hann eisini eina avbjóðing at lesa úr bíbliuni í 21 dagar.

@Brii.swann

Til genturnar, ið stríðast við angist, brotið álit og sjálvsvirði, er Briana Swann ein góður brúkari at fylgja. Briana byrjaði á Tiktok í september 2019. Hon er 20 ára gomul og uppvaksin í einum trúgvandi heimi. Sum 14 ára gomul setti hon sær fyri, at hon ætlaði sær ikki at bíða við sex inntil hon var gift – hóast hon alt sítt lív hevði lært tað. Henda avgerðin gjørdi, at hon fekk stóra hjartasorg og trúði ikki, at nakar drongur kundi elska hana veruliga. Á sínum Tiktokbrúkara hevur hon eitt afturvendandi tema: ”Worthy of love” (Verd at elska). Hon tosar nógv um parlag, at hon er á eini ferð, har hon má læra at elska seg sjálva og um at prísa Gudi, eisini áðrenn hann sendir tær ein maka. 5. juni gav Briana eina skaldsøgu út, ið eitur ’April showers’. Bókin lýsir hennara ferð har hon mátti læra at elska seg sjálva aftur.

LES EISINI  Gud kann hjálpa tær við tínum samleikatrupulleikum

 

Allar appir á telefonini kunnu verða spill av tíð ella brúktar til Guds æru. Tað snýr seg um, hvussu tú velur at nýta appirnar. Gud brúkar hesi fólkini og fleiri afturat, at fáa sín boðskap út gjøgnum Tiktok, vilt tú lurta?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina