Sangur: Mín Guð tú gavst mær tungu

Í KFUM og K Klaksvík hava tey seinastu vikurnar gjøgnumgingið Jákupsbrævið á sunnukvøldsmøtunum kl.18. Hetta hava verið styttri summarmøti, sum vara umleið 1 tíma. Í gjárkvøldið gjøgnumgingu tey Jákupsbrævið kap. 3, sum Martha Hjalmarsdóttir hevdi og í hesum sambandi sang hon eisini sangin hjá systir síni Juliu Kass. Hetta er sangur sum Julia hevur skrivað út frá Jákup-brævinum Kap. 3 fyri nógvum árum síðani. Julia hevur eisini gjørt lag til sangin, men hesaferð valdi Martha at syngja til lagið “Mítt hjarta tilhald hevur”.

Mín Guð tú gavst mær tungu
At tala sum títt orð
Tó mangan má eg sanna
At onnur vóru kor
Ið gjørdu at so ofta
Eitt annað orð fór út
Sum ikki var til gleði
men voldi sorg og sút.

Mín tunga hon er eldur
Ið dálkar likamið
Frá henni kemur signing
Og banning sama veg
Men tað ei so skal vera
Tað sigur greitt títt orð
Ei søtt og beikst kann berast
Úr somu uppkomu.

LES EISINI  Barnakórið uttanfyri Sjóvarlon

Eg biðji teg mín Harri
Mær skapað hjarta reint
So tær eg komið nærri
Og Tungan talar beint
So orðið sum eg sáðið
Kann verða rættferðfrukt
At lív í tær eg fái
Og tað ónda rikið burt.

Jákupsbrævið, Kap 3
Orð: Julia Kass

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina