76 metrar høg Jesus-standmynd skal reisast í Meksiko

Kristni Hollywood-sjónleikarin Eduardo Verástegui úr Meksiko, ætlar at reisa heimsins hægstu Jesus-standmynd í heimbýi sínum, Ciudad Victoria, í landspartinum Tamaulipas.

Tað skrivar The Christian Post. Eduardo Verástegui, sum er katolikkur, ætlar at kalla standmyndina “Christ of Peace” (Friðarins Kristus). Býurin Ciudad Victoria er ein av teimum vandamiklastu í Meksiko við meira enn 80 drápum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Sjónleikarin vónar eisini, at standmyndin fer at draga fleiri ferðafólk til heimbýin.

Við sínum 76 metrum verður nýggja Jesus-standmyndin næstan tvífalt so høg sum “Christ the Redeemer” í Rio.
Eduardo Verástegui er bæði modell, tónleikari og sjónleikari, men tekur ikki við leiklutum, sum stríða ímóti hansara katólsku trúgv. Hann sigur eisini, at hann dagliga fer til messu, lesur í Bíbliuni, biður og skriftar minst einaferð um vikuna.

Aðrar kendar Jesus-standmyndir eru:

Christ the Redeemer í Rio er tann 5. størsta í heiminum. Hon er 30 metrar høg, men stendur á einum sokkli, sum er 10 metrar. Hon varð bygd í 1931.

Christ the King í Póllandi (myndin), sum higartil er heimsins hægsta, er 52 metrar høg. Hon er frá 2010.

Christo della Minerva stendur í kirkjuni Santa Maria Sopra Minerva í Róm. Standmyndin varð teknað av Michelangelo og varð liðug í 1521. Hon er bara tveir metrar, men er millum tær kendastu Jesus-standmyndirnar.

Christo de Concordia stendur ovast á San Pedro-fjallinum í Cochabamba í Bolivia. Standmyndin er frá 1994 og er 40 metrar høg. Ferðafólk sleppa at klúgva uppá hesa standmyndina sunnudagar.

Cristo Rei í Lissabon í Portugal varð bygd í tíðarskeiðinum frá 1959 til 1969. Sjálv standmyndin er 28 metrar høg, men hon stendur á einum sokkli, sum er 82 metrar høgur.

 

Kelda: Udfordringen