Endurreisnartíðin fyri øllum lutum

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Kúgv og bjørn skulu ganga á beiti saman; og ungar teirra skulu liggja á bóli saman; og ljónið skal eta hoyggj eins og neyt” (Jes 11,7).

Hetta er ein av teimum stóru fyrijáttanum í Gamla testamenti um “hin dag”, tann, sum Pætur ápostul hugsar um í vitnisburði sínum (í Áps 3,21), har hann tosar um Jesus Kristus, “sum Himmalin eigur at taka ímóti, líka til endurreisnartíðin fyri øllum lutum er komin, sum Gud hevur talað um við munninum á sínum heilagu profetum frá fyrndartíðum.”

Meg minnist eina eldri konu, eg vitjaði nakrar ferðir á seinastu døgum hennara. Hon var ógvuliga einsamøll. Hevði sitið einkja í mong ár. Børn áttu tey eingi, heldur ikki átti hon nøkur systkin. Einasta, hon átti, var hundurin. Ein dagin hevði eg bírætting í heimi hennara og beyð henni fyrigeving syndanna við handaálegging. Hundurin, ið var nærindis, dámdi hetta illa. Hann kom upp ímillum okkum og skuldi verja hana. Hann helt, at eg fór at gera henni skaða.

Ein dagin, eg vitjaði, spurdi hon meg, um hundurin kom í Himmalin. Eg svaraði ja. Men svarið, eg gav henni, hevur nívt meg nakað síðan. Men sí orðið omanfyri frá Jesaja 11, og lýð so eisini á orðini hjá Pæturi ápostuli um endurreisnartíðina og sum eisini profetarnir hava fyrijáttað. “Nýggjar himlar og eina nýggja jørð, har rættvísi býr!” Síggja vit so ikki fyri okkum okkara egnu jørð, men dýrdargjørda? Eingin ófriður, eingin deyði, eingin pínsla. Djór og menniskju sameind. Vit hava loyvi at trúgva, at vit tá skulu møta og síggja aftur alt tað, ið var okkum kært á hesi jørð. Hetta er, hóast alt, Guds undurfulla skapanarverk.

Hann kemur, hann kemur, tann dagur vit vænta,
tá tjóðir sameinast í kærleik’ og trúgv,
og himmalsins harri á foldum gerst kongur,
og vit í hans skugga so væl festa búgv,
tann dagur, sum fremur tær heilagu bønir,
tann dagur, sum trúnna við skoðan her lønir.
(SB 297,3)