Andakt til tey gomlu 5

Harri, eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Gud mín! Í tíni hond eru forløg míni.
(Sálm 31,15)

Bíblian metir ikki um tíðina á sama hátt sum vit gera í dag. Klokkutíð og við árstølum. Bíbliunnar eyðkenni fyri tíðina er hennar innihald. Mítt tíðarskeið er í Guds hond, tað merkir tó ikki, at Gud hevur havt ræðið alla tíðina – hóast tað, hevur hann eisini – men her verður hugsað um innihaldið, sjúkra- mótgang- og ellistíðir.

Alt er í hondum Guds. Tað merkir, at hann ræður tíðum og tímum. Hann ræður yvir tí, hon skal rúma. Vit sleppa ikki undan Guds uppmerksemi, at vit gerast eldri enn fedrar okkara. Tú kanst ferðast víða við kensluni av, at Gud ikki fylgir tíðini. Allar týdningarmiklar uppfinningar, sum gera okkum stinnari enn fedrar okkara, tá ið vit vóru í bestu árum og sum kunna gera okkum í ørviti, t.d. innan KT-tøkni og atomkunnleika.

LES EISINI  AT FØLNA GLAÐUR

Áh, góðu tit, Gud veit væl, at tað er eyðmýkjandi at gerast gamal. Tí er tað gott, at vit hava Gamla Testamenti í Bíbliu okkara. Í NT verða mest tey ungu umtalað. Jesus var bara gott tríati ár, tá ið hann doyði. Lærusveinar hansara vóru javnaldrar hansara ella kanska yngri enn hann. Men í GT eru mong eldri og aggandi gomul; likamliga brekað, ja, sum ein ongan hug hava at nevna, bæði pínd og plágað. Áh, hví?

Hetta skal gera ein eyðmjúkan. Hetta, fyri at bróta ella støkkja tann stoltleikan, ið situr innast í tær sjálvum og sum ger, at tú ikki kanst síggja tína synd og ikki koma sum biddarin framat himnanna grind.

“Lærið av mær, tí eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta.” Matt 11,29, segði Jesus. Ta ferðina, hann doyði fyri okkum, hekk hann nakin á krossinum. Kunnu vit berast undan at verða nektað? Hvat er okkara svar enn við bønini á vørrum – vraka meg ei, kæri Harri mín!

LES EISINI  AT FØLNA GLAÐUR

“Biðið, og tit skulu fáa!” Hetta orð títt styrki ber teimum, sum mót himni tráa troytt av hesi vándu verð. Harrans bøn, várt Faðirvár, grøða kann hvørt syndasár.” Slb. 411,2

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina