Vandin við ríkidømi

Skrivað: Annika Osvaldsdóttir Sørensen

“Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.” (Matt 6,19-21)

Ein gripur kundi til dømis verið pengar. Vit eiga øll pengar, summi meir og onnur minni, og vit kunnu helst øll vera samd um, at fyri at liva noyðist ein at eiga pengar. Tað eru heldur eingin forboð í Skriftini ímóti at eiga gripir ella pengar, men tó ímóti, at ein knýtir seg at tí.

Tað hoyra vit til dømis í Matteusi 19 um ríka unglingan, sum ikki vildi geva alt tað, hann átti, til tey fátæku og koma at fylgja Jesusi. Síðan sigur Jesus, at tað er torført hjá einum ríkum at koma í himmiríkið. Í føroysku orðabókini stendur, at ein ríkur er ein, ið eigur nógv, ein ið hevur ríkiligt. Her í vesturheiminum eiga vit nógv, ja, vit hava ríkiligt. Við tað at vit eru rík, so er tað torført hjá okkum at koma í himmiríkið. Vit lesa eisini í Fyrra Timoteusarbrævi 6,10, at “peningagirndin er rótin til alt tað, sum ilt er”.

Hvussu góð eru vit við okkara pengar? Hvussu illa tíma vit at geva av teimum? At savna sær gripir í himli er ikki bara avmarkað til pengar og at geva tíggjund. Vit savna okkum gripir í himli við at vera lýðin móti Gudi í øllum, sum vit gera. Vit eiga at arbeiða fram ímóti at finna Guds fullkomnu ætlan í øllum.

Vit eiga at ansa okkum, at vit ikki spæla okkum av við frelsuna og plássið í himmiríkið, fyri okkara jarðisku ogn, sum forgongst. Gud hjálpi okkum til tað!