Lukas 5,17-26
Teksturin í dag er Lukas 5,17-26
Ólavur Jacobsen lesur.
v17 Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi, at har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galileu og Júdeu og úr Jerúsalem; og kraft Harrans var yvir honum til at grøða. v18 Og sí, tá komu menn berandi við einum manni, sum var giktsjúkur, á eini song; og teir royndu at bera hann inn og leggja hann niður framman fyri hann. v19 Og tá ið teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri mannamúgvuni, fóru teir upp á tekjuna og lótu hann við songini síga niður millum taksteinanna beint framman fyri Jesus. v20 Og tá ið hann sá trúgv teirra, segði hann: «Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!» v21 Og hinir skriftlærdu og Fariseararnir tóku at hugsa við sær sjálvum og søgdu: «Hvør er hesin, sum talar slíka gudsspottan? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Guð eina?» v22 Men tá ið Jesus skildi hugsan teirra, svaraði hann og segði við teir: «Hvat hugsa tit í hjørtum tykkara? v23 Hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar», ella at siga: «Statt upp og gakk?» v24 Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir,» – tá segði hann við hin giktsjúka –: «Eg sigi tær, statt upp og tak song tína og far heim til tín sjálvs!» v25 Og í stundini stóð hann upp beint fyri eygunum á teimum, tók legu sína og fór heim til sín sjálvs lovandi Guði. v26 Og øll stóðu bilsin og ovfarin, og tey lovaðu Guði; og tey vóru full av ótta og søgdu: «Vit hava í dag sæð tað, sum er ótrúligt.»