Óttast ikki

”Men Jesus tók ikki eftir teimum orðunum, ið talað vórðu, og sigur við forstøðumannin: »Óttast ikki! Trúgv eina!« ”
Mark.5,36

Hesi orð vórðu søgd við ein pápa, sum var í neyð. Hann var komin til Jesus fyri at fáa hjálp til sína deyðsjúku dóttur. Men á veg heim til hennara varð Jesus steðgaður av eini kvinnu, sum var álvarsliga sjúk. Hon bleiv lekt; men hetta tarnaði Jesusi so mikið, at tá ið hann endiliga kom til húsini, har tann sjúka gentan búði, var hon longu deyð.

Hetta hevði pápi hennara júst nú frætt; men Jesus uggar hann við orðunum: ”Óttast ikki! Trúgv eina!”

Jesus vil ugga pápan við, at enn er vón, hóast deyðin longu hevur vitjað heim hansara, tí hann – Jesus – er á veg. Ikki setir Jesus pápanum treytir, at um hann nú kann varðveita trúnna, so vil Jesus grøða dóttur hansara. Maðurin hevði biðið Jesus um hjálp í sínum vónloysi. Um troystin hjálpti, ella um hann fullkomiliga fall í fátt, fáa vit onki at vita um.

Men vit mugu í dag læra, at eisini tá ið alt sær vónleyst út, er kortini vón, tí Jesus livir og fylgir okkum! Hvussu hann vil hjálpa okkum, vita vit ikki frammanundan, men vit sleppa at trúgva á hann, sum ikki svíkur okkum – heldur ikki, tá ið vit hava ilt við at varðveita trúnna.

Jesu orð eru ikki eitt krav, men tekin um umsorgan hansara fyri okkum. Hann tekur sær av okkum, eisini tá ið lívið er so trupult, at trúgvin ridlar. Tí mega vit festa eygu okkara á hann – og ikki á trúgv okkara. Hana nýtist okkum ikki at hugsa um. Nóg mikið er at líta at Jesusi.

Er gøtan enn tær so mjá og hál,
miss ikki Jesus úr eygsjón!
Í trúgv hann leiðir teg fram á mál,
miss ikki Jesus úr eygsjón!