Ikki í morgin, men í dag
”Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir søgdu: »Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.« ”
Áps.17,32
Paulus var komin til Athen, og har hevði hann sæð mangar halgidómar, sum grikkar høvdu reist fyri gudum sínum. Einastaðni sá hann á einum altari áskriftina: ”Ókunnum gudi”. Á ferð síni gjøgnum býin var hann nú komin til dómhúsið á Areopagos. Har var nógv fólk samankomið, so Paulus nýtti høvið at boða um henda ókunnuga gud, sum nú hevði gjørt vart við seg gjøgnum Jesus Kristus og staðfest vitnisburðin um hann sum menniskjunnar einastu bjarging við at reisa hann upp frá deyðum. Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn frá deyðum, fánaði áhugin. Summir spottaðu, men summir vildu hoyra meira um hetta eina aðru ferð.
Júst her víkur onnur gøtan frá. Orðið um Jesu uppreisn er sum frelsunnar evangelium eitt altavgerandi orð, sum vit annaðhvørt taka til okkara í trúgv ella vraka. Aldri skilja vit henda boðskap við viti okkara, tí tað býður skili okkara ímóti; men tann krossfesti, reis upp frá deyðum, eigur lívið saman við honum og skal liva hóast deyða og grøv. Hin har aftur ímóti, sum vrakar uppreisnina, vrakar ikki bert ein smálut í kristnu trúnni, men Kristus sjálvan.
Tí er frelsunnar gleðiboðskapur um Jesus sum krossfestan og upprisnan eitt týdningarmikið og avgerandi orð, sum er so grundleggjandi, at ikki ber til at útseta at taka støðu til tað til onkuntíð í framtíðini, tí framtíðina kenna vit ikki. Gud hevur offrað alt, so at vit kunnu hava ein frelsumøguleika; men tíð okkara her er avmarkað.
Í fylgi við Jesusi eru vit trygg bæði her og hinumegin. Legg tí títt lív og tína framtíð í Jesu hendur.
Jesus, mítt skjól, mítt tilhald,
tú doyði fyri meg,
tú ert mín frelsuklettur,
trygt byggi eg á teg!