Sporini í gerandislívinum

”Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: »Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?« Men Pætur segði við teir: »Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. ”
Áps.2,37-38

Ein trúboðari á einum av oyggjunum í Kyrrahavinum hevði ein dagin talað um stuldur og um at vera óærligur, og morgunin eftir, tá ið hann hugdi útum, sá hann túnið fylt av øllum møguligum. Hann var bilsin og spurdi, hvussu hetta bar til.

Teir innføddu, sum høvdu borið alt saman, svaraðu: ”Gudar, sum vit higartil hava tilbiðið, loyvdu okkum at stjala, men eftir tí, sum tú segði í gjár, vil Harri himins og jarðar ikki loyva hesum. Tí hava vit borið alt hetta higar, og tað er bøn okkara, at tú vilt hjálpa okkum at fáa tað aftur til eigarmenninar.”

Tann kristindómsboðan, sum ikki setir týðulig spor í gerandislívinum, er ikki í lagi. Tá ið Jesus hitti yvirtollaran Sakeus, segði hesin: ”Helmingin av ogn míni gevi eg fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.” Hetta var av sonnum eitt praktiskt úrslit.

Har, sum Guds Orð rakar menniskjuna í samvitskuna, har fer tað altíð at skapa úrslit. Tað nýtist ikki at vera stolnir lutir, sum skulu berast aftur, hóast tað jú so mangan er hent, men tað kunnu eisini vera ónd orð, sum vórðu søgd og hava ligið og nívt og gjørt báðum pørtum ilt. Tað umráðandi er, um Orðið fekk praktiskan týdning, so nakað sum var í ólagi, kom aftur í rættlag.

Ta ið Pætur helt miklu hvítusunnuprædiku sína, kom fólk til hansara og spurdi hann: ”Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?” – Jú, har sum Orðið verður boðað í anda og sannleika, har fer tað at kennast í gerandislívinum – og kennist tað ikki, so er ikki alt, sum tað eigur at vera.
A.J