Veitslan, sum varð gloymd
”Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.«”
26,41
Vit høvdu rúmlig hús og leigaðu tí stundum út. Einaferð vóru tað fýra, sum búðu til leigu hjá okkum.
Um ta tíðina skuldi ein stór veitsla vera, nakað haðani vit búðu. Hetta frættu okkara fýra leigarar, og av tí at teir ongan bil høvdu sjálvir, vendu teir sær til mann mín at fáa hann at koma við teimum til veitsluna.
Nú visti eg, hvat fyri „veitsla“ hetta var, av sonnum ein verðslig veitsla – við bæði einum og øðrum tilboði. Og eftir sum maður mín fyrr hevði verið eitt „offur“ fyri sovorðnum, gjørdist eg ómetaliga sorgarbundin, tá ið eg hoyrdi, at hann lovaði at koma við og koyra teir, um bara veðrið bleiv gott.
Eg fór inn í kamarið og legði søkina fram fyri mín himmalska Faðir. Eg bað Gud um at bróta sundur snaruna, sum var sett upp fyri mann mín, og forða honum í at vera við hetta ódámliga kvøldið.
At enda fekk eg eina undurfulla vissu um, at Harrin fór at taka sær av øllum, og at eg rólig og trygg skuldi lata søkina upp í hond hansara.
So kom dagurin, og kvøldið … Veðrið var av tí fagrasta, og allar treytir fyri túrinum vóru til steðar. Men einki varð nevnt um veitsluna. Ikki eitt orð! Og kvøldið gekk sum vanligt – bæði fyri okkum og leigarar okkara.
Ikki fyrr enn dagin eftir kom veitslan upp á tal. Tá gjørdust teir greiðir yvir, at veitslan longu hevði verið! Teir blivu heilt bilsnir og næstan skelkaðir…
Men tá var tað altso ov seint. Teir kundu bara staðfesta, at minnið upp á ein ella annan løgnan máta hevði svikið teir. Tí allir fimm høvdu gloymt tað!
Men eg prísaði mínum Harra og Gudi, honum, sum hoyrir bøn og kemur til hjálpar og loysir fløkjur so snilt, at eingin kann fata tað!
Effie Campbell umsetti.