Friður

 

”Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! ”
Jóh.14,27

 

Einaferð vóru nakrir listamenn bodnir at vera við í eini framsýning, sum skuldi vera um evnið FRIÐUR.

Nógvar myndir komu inn, so at metingarnevndin fekk eina trupla uppgávu.

Latið okkum her velja okkum tríggjar myndir burturúr. Tann fyrsti hevði málað eitt landslag. Ein lítil smátta stóð niðri við tað blanka vatnið; aftanfyri smáttuna hómaðust kavaklødd fjøll. Jú sanniliga, her andaði alt av friði.

Á næstu myndini vóru vit stødd inni í einari stovu. Tað er morgun, og øll familjan situr uttan um borðið, meðan pápin lesur fyri teimum úr eini andaktsbók. Eingin kundi siga annað enn at friður lýsti av hvørjum andliti.

Men tann triðja myndin, sum mett bleiv at vera tann besta, sá sanniliga ikki út til at bera dám av friði, fyrsta tú hugdi at henni. Ein øgiliga stórur fossur stoytti sær út av røðini høgt har uppi. Allastaðni sást tú hetta fannhvíta skúmið, so myndin sá ógvislig út.

Men hugdi tú nærri fekst tú eyga á okkurt, sum víst ikki sá út av so nógvum, men sum hevði stóran týdning fyri heildina. Í eini rivu uppi í fjallinum hevði ein lítil fuglur bygt sær reiður. Har lá hann turrur og tryggur, hóast fossurin buldraði tætt framvið.

Hetta er ein mynd av at vera kristin í hesum heimi. Mitt í lívsins meldurstreymi kann ein kristin kenna seg tryggan. Ikki mínum dirvi og mínar styrki fyri at takka, tí har er ikki altíð so nógv at reypa av; men við at seta álit mítt á Jesus kenni eg meg tryggan.

Beint áðrenn hermenninir komu og tóku hann, sat hann til borðs saman við vinum sínum. Í glæmuni frá oljulampum og kyndlum greiddi hann teimum frá, at nú skuldi hann ígjøgnum eina líðing, sum fór at enda við, at hann fór at doyggja. Alt hetta skuldi henda honum teirra vegna og vegna alla mannaættina. Sjálvandi gjørdust lærusveinarnir bangnir; men mitt í óttanum ljóðaðu orð Jesu: ”Mín frið gevi eg tykkum … hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki.”

At vera ein kristin er ikki sum at fara umborð á ein flogbát, sum lættliga sveimar yvir lívsins alduryggjum og aldudølum. At vera ein kristin er at møta sjúku, ótta og iva. Jesus hevur ikki lovað okkum at sleppa uttanum alt slíkt; men hann hevur lovað at leiða børn síni trygt fram gjøgnum lívið; eisini gjøgnum tær myrku løturnar.

At vera ein kristin er tí tað tryggasta, sum til er. Óheftur av øllum, sum annars kann ávirka sinni og kenslur, havi eg Guds frið. Eg eri ikki sleptur upp á fjall, men eg eri hjá honum, sum hevur umsorgan fyri mær undir lívsins skiftandi viðurskiftum. Navn hansara er Jesus.

So kunnu ódnirnar herja. Eg eigi so, hvussu víkur og vendir, tryggleika og frið, tí Jesus hevur tikið um mína høgru hond, og hann sleppur mær ikki!

O, Jesus, Títt navn mær í vanda
er klettur, mítt slátur so sterkt.
Við tí kann ei deyðin meg granda.
O, visti tað heimurin bert.
Títt navn er tað smyrsil, ið grøðir
mína fátæku sál uttan frið.
Í bardaganum tað meg frøðir,
mítt skýli, ið hvussu veit við.