Móti hæddunum

 

„Himmiríkið hoyrir slíkum til.“
Matt. 19,14

 

Vit skulu taka eitt lítið brot úr bókini „Det bedste venter stadig“ av Fritz Rienecker. Hetta brotið vísir skilliga, at nógv ikki er, sum vit hugsa okkum tað.

Ein hin syrgiligasta løtan fyri foreldur er, tá ið tey verða var við, at barn teirra er andaliga brekað.

Í einum heimi fyri slík børn varð Catherine matað í tjúgu ár. Gentan hevði verið djúpt evnaveik, frá tí hon kom í verðina og hevði ongantíð sagt eitt orð, tað var bara tað, at lív var í henni. Antin stardi hon still upp á veggin, ella gjørdi hon høpisleysar rørslur. At eta, drekka og sova var alt lív hennara. Tað tóktist ikki, sum hon tók lut í tí, sum fyrifórst uttan um hana.

So máttu teir taka annað beinið av henni. Starvsfólkið ynskti alt gott fyri Cathy og vónaði, at Harrin skjótt fór at taka hana heim til sín.

Ein dagin sendi læknin boð eftir fyristøðumanninum. Catherine lá at doyggja. Tá ið teir báðir komu inn á kamarið, vildu teir ikki trúgva sínum egnu sansum. Catherine lá og sang kristnar sálmar, sum vórðu brúktir til jarðarferðir. Hon sang aftur og aftur hin týska sálmin „Hvor finder sjælen sit fædreland, sin hvile?“ Hon sang í ein hálvan tíma, og andlit hennara var púra broytt, so gleið hon stillisliga inn í deyðan.

Tað hevði altso bara sæð út, sum hon ikki kundi taka við nøkrum, sum hendi rundan um hana. Frá einum medisinskum sjónarmiði er tilburðurin ein gáta. Gud hevur drigið forhangið til viks fyri at eggja foreldrum til, sum hava andliga brekað børn. Gud ger eingi mistøk. Hann, sum syrgir fyri spurvunum, er hin sami, sum sigur: „Himmiríkið hoyrir slíkum til.“
„Martyrernes Røst“ – Effie Campbell umsetti.