Ein vitjan á sjúkrahúsinum
”Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll! Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag! ”
Sálmur 96,1-2
Eg fór út á Landssjúkrahúsið at vitja eina konu. Konan hevði sjálv ringt eftir mær. Hon sat á songarstokkinum, tá ið eg kom, og var rættiliga illa fyri. Tað fyrsta, hon sigur við meg, er: „Góða, kanst tú ikki syngja ein sang fyri mær!“
Handa spurningin havi eg ongantíð fingið áður, men eg svari: „Eg skal syngja fýra smá kór, sum vit plaga at syngja í Aglow, men tú skalt syngja við.“ Vit fara so at syngja heilt spakuliga, tí ein onnur kona, sum eisini er illa fyri, liggur inni á somu stovu, og eg veit ikki, um henni dámar hetta. Men tað, sum hendir er, at henda konan tekur undir við okkum og syngur eisini. Tá ið vit eru lidnar, sigur henda konan: „Túsund takk fyri. Hatta gjørdi mær soo gott. Hatta var ein sonn signing fyri meg.“
Krossurin, krossurin,
øll mín æra veri,
til eg Tær í Himlinum,
betri prís fram beri. …..
Og inntil tá, eg ferðist fram við gleði,
inntil tá, mín sál skal syngja glað,
inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur,
inntil eg síggi ljósins Stað. …..
Hann er nær, Hann er undurfult nær.
Er í Orði og Anda hjá tær.
Rætt nú trúarhond fram
og nem við tað Guds Lamb,
og tú skalt kenna,
at Jesus er nær. ….. :,:
Gud er mentur, Gud er mentur.
Eg veit, at Gud er mentur –
hann loysir bond og fangar fríar ger. :,:
:,: Tey deyvu hoyra, tey lamnu ganga,
tey blindu fáa sjón. :,:
Gud er mentur, Gud er mentur.
Eg veit, at Gud er mentur –
hann loysir bond og fangar fríar ger
ec