Sangur til ófødda barnið: Tað bankar
Hendan vakra sangin hevur Signar á Reynatrøð skrivað, nú kjakið um at broyta fosturtøkulógina hevur staðið á í fleiri vikur. Í dag er 2. viðgerð av uppskotið um løgtingslóg um at broyta fosturtøkulógina, soleiðis at tað framyvir skal vera loyvt at fáa fosturtøku uttan serloyvi upp til 12. viku.
Mamma, nær byrjar lívið?
Hví tosar tú um teg,
tá tú meinar við meg?
Eg hoyri títt hjarta
og undrist um lívið,
sum Skaparin gav.
Mamma, hvat sigur babba?
Hví tosar hann um teg,
tá hann meinar við meg?
Eg droymi um ljósið
og undrist um lívið,
sum Skaparin gav.
Mamma, hvat sigur fjøldin?
Hví tosa tey um teg,
tá tey meina við meg?
Eg bíði í myrkri
og undrist um lívið,
sum Skaparin gav.
Mamma, hvat sigur læknin?
Hví tosar hann um teg,
tá hann meinar við meg?
Um hjartað er lítið,
tit hoyra, tað bankar
við veikari hond.