Signandi orð
”Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! ”
Róm.12,14
At signa hvør annan er ikki bara tóm orð, tað er at forloysa Guds góðvilja yvir tann persónin, Gud vil vælsigna! Hví skulu vit meðni vera so kørg mótvegis hvør øðrum? Hví ikki tosa gott hvør um annan staðin fyri at finnast at og tosa ljótt um onnur, tá særa vit menniskju. Mong ganga um við ólektum sárum, sum djevulin og verðin hava givið teimum.
Kæru kristnu vinir, vit liva í einari so harðari verð. Vit stríðast móti superintelligentum monstrum í andaheiminum. Tí mugu vit hjálpa hvør øðrum.
Í Bibliu mínari síggi eg, at Harrin sigur, at vit skulu vælsigna hvør annan! Vælsigna, og forbannað ikki! Vælsigna!
Signingin er sterkari enn banningin, tí hon er bygd á náði Harrans, sum varar um aldur og allar ævir, meðan banningin hoyrir undir lógina. Tá ið tú lesur signing yvir ein persón, tá umgyrðir tú hann við góðvilja Harrans. Harrin skal taka sær av trupulleikunum, og tú loysir av sonnum persónin úr tí fangaskapi og tí banning, hann á ein hátt er bundin av!
Latið okkum inni fyri Jesu Kristi játta syndir okkara og geva tað lyftið, at vit frá í dag ikki skulu tosa eitt einasta ónt orð um nakran bróður í Harranum! Og tá skulu vit fáa at síggja, hvat ið Harrin fer at gera! Gud hevur bannað menniskjum at nema við hansara salvaðu.
Effie Campbell umsetti