Bókin uttan orð

”Reinsa meg við ýsopi, so at eg verði reinur, tváa meg, so at eg verði hvítari enn fann! ”
Sálmur 51,9

 

Ein smágenta í skúlanum gav mær eina pinkalítla bók. Bókin hevði eingi orð, men hvør síða hevði sín serstaka lit, sum segði sína søgu.

Fyrsta síðan er svørt, og ímyndar hon allar syndir okkara. Vit synda dagliga í orði, tanka og verki.

Onnur síðan er reyð. Hon ímyndar Jesu blóð, sum vaskar okkum rein, um vit angra og biðja Jesus fyrigeva okkum.

Triðja síðan er hvít. Nú hava vit fingið fyrigeving og eru hvítari enn snjó, sum tað stendur í Sálmi 51,9.

Fjórða síðan er gylt, gull. Hon ímyndar Himmalin, har gøturnar eru av gulli.

Perman er grøn. Hon ímyndar vøkstur. Grasið og trøini eru grøn, og meiningin er, at vit skulu vaksa í okkara kristna lívi. Tað gera vit, tá ið vit lesa í Bíbliuni, Guds orði, og ganga í kirkju og á møti.
Effie Campbell.