Rætta kósin

“Búgv teg (t.e. ger teg til reiðar) at møta Gudi tínum!”
Ámos 4,12

 

Tað hendi undir seinna heimsbardaga, einaferð tá ið fiskimenninir úr
Esbjerg vóru úti og fiskaðu. Sjógvurin var kjokkfullur av minum, og teir
noyddust at fara til arbeiðis væl vitandi, at lívið hekk í einum klønum tráði.

 

Tíðliga ein morgun varð sluppin “Duen” rakt av einari minu, meðan
manningin, sum taldi tríggjar mans, helt morgunandakt. Sluppin sakk, men
tað eydnaðist manningini at bjarga sær upp á rekastykki, og sagt verður, at
har hildu teir á við morgunandaktini. Tá ið hin fyrsti teirra sakk og varð
havsins fongur, fór Verner, hin yngsti, at syngja:

 

Ringið, himnaklokkur! Gleði er í dag,
tí ein sál kom heim úr svongd og neyð.
Sí, nú Faðirin fekk veitslu skjótt í lag,
​neyðars barninum vælkomnum beyð.

 

Sangurin var ein vitnisburður frá einum ungum manni, sum tryggur kundi
ganga deyðanum ímóti, av tí at hann stutt undan minuspreingingini hevði
givið Jesusi hjarta sítt og tí fingið sett kósina móti tí himmalsku strondini.

 

Tá ið sluppirnar, sum høvdu verið har í nánd, hoyrdu
minuspreingingina, skundaðu tær sær at sigla móti skaðastaðnum fyri um
gjørligt at finna onkran á lívi. Teir komu ikki nóg tíðliga fram at hjálpa
Verneri, hann sjólætst saman við vinmanni sínum; men hin triði varð
bjargaður, og tað er hann, sum hevur sagt frá hesum. Gjøgnum vitnisburð
hansara um hesa undurfullu uppliving vóru tað summi, sum gjørdu av at
broyta lív sítt og seta kós móti himmalsku strondini, og tey kundu syngja
við henda sama sangin:

 

“Við Guds trónu syngja einglar hátt
lov og prís og leika hørpuslátt,
og frá frelstum skara, eins og brim í sjó,
hoyrist samfelt lívsins sigursljóð.”

 

Hvussu stendur til hjá tær, sum lesur hetta? Hevur tú sett kós móti
himmalsku strondini? Eigur tú vissuna, at tú skalt liva, um tú enn doyrt?
Ert tú til reiðar at siga hesum heimi farvæl? Deyðin spyr ikki um tíð ella
aldur. Verner var blaðungur. Eingin hevur lovað okkum, at vit skulu gerast
gomul. Orð Bíbliunnar standa føst eisini í dag: “Búgv teg (t.e. ger teg til
reiðar) at møta Gudi tínum!” Ámos 4,12.

 

Tað er bara ein máti, sum ger teg til reiðar at møta Gudi, tað er at taka
ímóti Jesusi sum tínum persónliga Frelsara. Hann er vegurin og sannleikin
og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við honum. Jóh. 14,6.

 

Tú kanst taka ímóti honum, meðan tú lesur hetta, tí Guds orð sigur: “Sí, nú
er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur!” 2. Kor. 6,2.

 

Um málið við lívssigling tíni er ókent, broyt so kós og lat málið verða ta
himmalsku strondina. Bið heilt einfalt Jesus koma inn í lív títt og lat hann
seta tína kós, so kemur tú sjálvur á mál, og tú kanst vísa øðrum vegin.

E. Campbell umsetti