Tíðin gongur
“At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!”
Sálm. 90,12
Tíðin er miskunnarleys. Hon er ein streymur, sum ongantíð stendur í stað, sum tað ongantíð ber til at steðga. Tú kanst steðga klokkuni, men ikki tíðini. Mong vilja steðga tíðini, tey vilja ikki verða gomul. Og ber ikki til at steðga henni, so lita tey hárið og klína smyrsl í andlitið. Men eingin kann steðga sínum aldri. Vit mugu øll fylgja tíðarinnar streymi, og hann rennur áhaldandi og skjótt.
Ja, sum tað gongur skjótt! Tá ið vit líta frameftir, tykist tíðin at vera so long. Men líta vit aftureftir, síggja vit, hvussu stutt hon er, og hvussu skjótt hon hvørvur. Tíðin er byrjanin til ævinleikan. Hon førir okkum øll inn í ævinleikan, um vit vilja tað ella ikki. Og tað eru tveir vegir inn í ævinleikan. Teir krossast í deyðans portri, men møtast ongantíð aftur í ævinleikanum. Breiði vegurin gongur niður í glatanina og hin smali inn í Guds dýrd. Hvørjum vegi gongur tú á?
Sum tað er ræðuligt at reka við tíðarinnar streymi miskunnarleyst niður móti ævigari glatan! Men hvør ein stór eydna at verða førdur á tíðarinnar streymi frameftir móti Himmalsins ljósa landi!
Hvørja ferð klokkan dikkar, tekur tíðin eitt áratak í tínum lítla lívsbáti. Hygg upp og takka honum, sum læt portrið upp fyri tær við blóði sínum!
Ole Hallesby. E. Campbell umsetti