Fimta krossarorðið

“Eg eri tystur.” Jóh. 19,28

Jesu fimta orð á krossinum sigur okkum um Jesu tosta. Jesus hekk á krossinum í seks tímar, og tískil var blóðmissurin stórur.

Við blóðmissinum fylgdi høgur fepur. Tí var tostin ein av størstu líðingunum, tá ið fólk vórðu krossfest. Tostin var fyri Jesu likam tað, sum Guds frávera var fyri sál hansara. Sálmur 22,16 og Sálmur 69,22.

Tá ið Jóhannes skrivaði sítt evangeliið, var tað eitt vist rák, sum gjørdi seg galdandi innan religión og filosofi. Hetta kallaðist gnostisisma. Ein av stóru lærusetningunum var, at alt, sum var andi, var gott, og alt, sum var úr tilfari, var ónt. Tí lærdi gnostisisman, at Jesus var ikki komin í einum sannum likami úr tilfari. Tey søgdu, at Jesus bara var ein andavera. Hann setti eingi fótaspor eftir sær.

Men Jesus mátti blíva tað, sum vit eru, so at hann kundi gera okkum til tað, sum hann er. Hetta er grundin til, at Jóhannes serliga leggur dent á hetta, at Jesus tysti. Hann vildi vísa, at Jesus var eitt veruligt menniskja, og at hann fult út gjøgnumlivdi pínurnar á krossinum. Sí Jes. 53,3-4.

LES EISINI  Nýggir sálmar til føstuna

Ein sangari hevur fatað tann andaliga partin av Jesu tosta: “Han tørstet for sjeler å få.” Allur longsul hansara var at bjarga teimum glataðu. Tann tostan hevur hann framvegis. Og hann ynskir at smitta okkum við honum, geva okkum ein guddómligan longsul eftir menniskjum, sum taka ímóti Jesusi sum Frelsara.

Tí er tað høvuðsuppgávan hjá Guds kirkju at boða evangeliið til eina doyggjandi verð, soleiðis at menniskju verða bjargað.

Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti
.

Les eisini:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina