Fráfallin

”Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum – ”
Op.3,16

 

Tveir trúgvandi menn sótu og tosaðu um trúnna. So sigur annar: „Hvussu ber tað til, at summi, sum vóru so brennandi undir vekingini í 70-árunum, ongantíð sóust aftur, hví fullu tey frá?“

„Ja,“ svaraði hin, „vit lesa í 1. Tim. 4,1: – Men andin sigur beinanvegin, at í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum.

Men eg skal siga tær, hví tey kólnaðu og fullu frá. Í 3. Mós. 6,6 stendur: „Eldurin skal altíð brenna á altarinum; hann má ongantíð kólna út,“ og í 5. v. stendur, at hvønn morgun mugu tey leggja við aftur at eldinum, so hann ongantíð kólnar út.

Soleiðis var tað í Gomlu Pakt, í Nýggja Testamenti er Guds orð, Bíblian, tann viðurin, sum heldur eldin brennandi. Hvønn dag skulu vit lesa eitt petti úr Skriftini, so okkara hjartaeldur ikki slóknar.“ Effie Campbell