Títt hjartans havi

”»Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt; og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við veginum og varð niðurtraðkað, og himmalsins fuglar ótu tað upp. Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks, følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu. Og sumt fell mitt niður millum tornir, og tornirnar vuksu upp við og køvdu tað. Og sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst. Tá ið hann hetta segði, rópaði hann: »Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!« ”
Luk. 8,5-8

 

Av øllum hesum sum náttúran hevur lært okkum er tað kanska líknilsið um fræið, ið hevur størsta týdningin.

 

Tá fræið byrjar at næla er tað ein mynd upp á byrjanina av andaliga lívinum. Hjarta okkara er ein havi, og í hann verður bæði gott og vánaligt fræ plantað. Og á sama hátt, sum at jørðin má gerast klárt, áðrenn sáðið kann sáast, so má eisini hjartað verða gjørt klárt fyri at fræ sannleikans kann blóma og vaksa.

 

Eingin setur seg niður í ódyrkaðari jørð og setur seg so bert at biða eftir, at jørðin skal koma við nógvari frukt av sær sjálvari. Vit fara ígjøgnum og fyrireika jørðina, síðani sáa sáðið og so røkja planturnar. Somu lógir eru eisini galdandi á andaliga økinum.

 

Tað hevur stóran týdning at lúka ókrútið burtur, um plantur og fruktir ikki skulu køvast. Vánaligir óvanar eru eins og ókrút. Vit eiga at lúka burtur allar óvanar okkara úr okkara hjartans hava. Vit eiga at læra okkum at liva eitt reint og heilagt lív og skýggja og koma okkum undan niðurbrótandi orðum og gerðum.

Gud ynskir, at alt tað, vit hava uttan um okkum, skal vitna um kristnu trúgv okkara. Heim okkara eigur at vera ein fyrimynd upp á himmalska heimið. Lívið her er ein royndartíð. Vit eiga at læra okkum at vera á tí staði, sum Kristus hevur gjørt til reiðar til øll tey, ið elska hann og halda boð hansara. Størsta uppgávan, foreldur hava fingið tillutað, tað er at læra børn síni at gerast borgarar í Guds ríki.

 

Eg frøi meg altíð at síggja vøkru blómurnar og planturnar í náttúruni. Tey minna meg um aldingarðin í Eden og peika fram móti Lovaða Landinum. Eru vit trúgv, so koma vit at búgva har í allar ævir.

Har uppi liggur krúnan og bíðar okkum.
EC