Kristin í Pakistan – trúgv undir trýsti
“Pakistan er eitt ótrygt og óstøðugt land,” sigur ein pakistanskur prestur, sum arbeiðir í einum samfelagi, har kristin dagliga merkja trýst og forfylging. Danska Europamissiónin, sum arbeiðir fyri at stuðla kristnum í londum, har kristin verða forfylgd, hevur gjørt vart við støðuna.
Í Pakistan er tað ikki óvanligt, at víðgongdir islamiskir bólkar gera álop á kristin og aðrar minnilutabólkar. Rættarskipanin er veik, og ofta tora hvørki herurin ella løgreglan at verja tey, sum verða álopin. Fleiri verða ákærd fyri gudsspottan – ofta uttan prógv – og verða síðan tikin av døgum av uppóstum fólkabólkum.
Síðani 1947 eru yvir 100 kristin dripin í hesum sambandi, og talið er vaksið seinastu árini. ST hevur eisini fingið varhugan av hesum og funnist at Pakistan alment, fyri hesi grovu brot á mannarættindi.
Ein sálarligur múrur av ótta
Kristin í Pakistan hava gjøgnum árini bygt ein “sálarligan múr” móti meirilutanum í samfelagnum. Óttin fyri mismuni og harðskapi ger, at kristin ofta halda seg burtur frá muslimum, og børn verða lærd at vera varin – serliga gentur. Hetta skapar eina stóra andaliga avbjóðing: hvussu kunnu kristin bera gleðiboðskapin víðari, tá óttin stendur sum ein múrur ímillum menniskju?
Tað eru sera fá dømi um kristin, sum hava dirvi at royna at hava góð sambond við fólk úr muslimska meirilutanum. Hetta er størsta avbjóðingin hjá okkum, sum vilja síggja kirkjuvøkstur. Mótstøðan og óttin hjá teimum kristnu mótvegis muslimum er ein forðing fyri at boða muslimunum gleðiboðskapin, sigur ein prestur vit tosaðu við.
Jesus – vón teirra, sum leita
Hóast støðan er torfør, lýsir vónin, tá presturin tosar um navnið Jesus: “Navnið Jesus dregur fólk, tí tað merkir frelsa. Í honum finna menniskju vón – eisini muslimar, sum annars ikki kenna vissu um ævinleikan.”
Jesus hevur eisini serligt pláss hjá kvinnum. Í kristindóminum eru kvinnur og menn javnsett. Tað dregur, serliga í einum samfelag, har kvinnur ofta hava minni virði.
Tað er tó vandamikið fyri muslimar at vísa áhuga fyri kristindóminum. Tí mugu trúgvandi kristin møta teimum við umsorgan, náði og vísdómi – og vera ljós í myrkrinum.
Biðið saman við okkum
Lat okkum sum kristin í Føroyum ikki gloyma brøður og systrar okkara, sum liva undir trýsti og forfylging vegna sína kristnu trúgv. Lat okkum biðja fyri teimum – um vernd og verju, um styrki, og um vón mitt í vónloysi og ótta.
“Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami!” (Hebr. 13,3)
Kelda: Dansk Europamission