Páskadag 20.apríl 2025
Påskir
“… hann er risin upp …”
Mark.16,6
Páskirnar eru okkara størsta hátíð, sjálvt um børnini meta jólini meira. Frá okkara barnalærdómi minnast vit, at Ísraels fólk helt páskir til minnis um, at Harrin hevði bjargað teimum frá deyðanum og loyst tey frá trældóminum í Egyptalandi. Hetta gjørdi hann við at lata deyðans eingil leypa um hús teirra, sum hann kendi av blóðinum, tey høvdu smurt upp á durastavirnar.
Tær kristnu páskirnar eru eisini ein minnishátíð um, at Harrin hevur bjargað okkum – ja, hvørjum einum menniskja á fold frá ævigum deyða og loyst okkum frá trældóminum í syndini. – Lut í bjargingini og loysnini fingu bert tey av Ísraels børnum, sum lýðin Orðinum høvdu smurt lambsins blóð á durastavirnar. Soleiðis fáa heldur ikki vit lut í bjargingini og í frelsuni til ævigt lív, uttan at vit í trúgv móttaka páskalambinum, hinum krossfesta og upprisna frelsara, Jesusi Kristi. Tað er nú eyðkennið hjá deyðans eingli. Mong menniskju lata páskirnar leypa um hús teirra og hjørtu teirra; tey halda seg ikki hava frelsuna fyri neyðini. Men á páskum kom hin stóri sáttmálin í lag millum Gud og menniskju. Øll okkara syndaskuld varð løgd á Jesus. Tað var hana, hann varð revsaður fyri og mátti líða krossdeyðan fyri langafríggjadag, so at vit kundu verða frí og hava frið. Hetta gjørdi hann við einum slíkum kærleika, sum heimurin hvørki fyrr ella seinni hevur sæð.
Hansara “fyrigeving” og “fullgjørt” ljóðaði tá og ljóðar enn eisini til teirra, ið vilja drepa hann.
“Menniskjan aldri sjálv bjarga sær kann, –
og drepur sín einasta frelsarmann.”
Men Jesu kærleika kann eingin drepa. Páskamorgun reis hann upp, sum hann hevði sagt, og vann á myrkri og deyða. Páskamorgun vísti hann okkum, at alt var fullgjørt, at syndaskuld okkara var goldin, at deyðin skuldi ikki halda honum sum offurlamb. Gud havi lov fyri páskamorgun. – Nú var sáttmálin gjørdur, og frelsarin fór aftur til Guds, sum sent hann hevði, at tilbúgva hvørjum menniskja pláss í teim ævigu bústøðum, meðan Heilagi Andin skuldi virka og vegleiða menniskju til allan sannleikan. Sum hann reis upp, skulu vit rísa upp – so mong, sum taka ímóti honum – til lívs.
Lat ikki Heilaga Andan við páskaboðskapinum í ár verða útistongdan hjá nøkrum av okkum. Latum okkum fegnast, tí sáttmálin kom í lag, og deyðin er ikki meira!
Latum okkum takka og lovsyngja Gudi fyri frelsuna í Kristi Jesusi.