Seinasta og sjeynda krossarorðið
“Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!” Luk. 23,46.
Hatta er Sálmur 31,6. Men Jesus leggur eitt orð afturat: “Faðir.” Hatta versið er tann bønin, sum allar jødiskar møður lærdu børn síni at biðja sum tað síðsta, tey gjørdu á kvøldi.
Soleiðis kundi barnið leggja seg trygt, áðrenn tað hóttandi myrkrið seig niður: “Í tínar hendur gevi eg anda mín.”
Jesus gjørdi bønina enn vakrari, tí hann byrjaði hana við orðinum “Faðir”. Sjálvt á krossinum doyði Jesus sum eitt barn, sum svevur í ørmunum á pápa sínum. Tað er lívsins Harri, sum gevur lív sítt upp í hendurnar á Faðirinum.
Hugsa tær til, hvussu trygt vit eisini kunnu leggja lív okkara í Faðirsins hendur.
Tað kunnu vit gera, av tí at Jesus fullførdi verk sítt fyri okkum á krossinum!
Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti.