Hvat eyðkennir okkara samtíð?

”Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, ”
Ef.2,1-2

 

Tíðarandin í dag fevnir um hetta: njóting, at upphevja seg sjálvan, stoltleiki og hugmóð. Gud verður skúgvaður til viks, fólk vilja liva uttan Hann og gera uppreistur móti Gudi. Tað er Djevulin, faðir at lygnini, sum stendur aftan fyri og sáar iva: „Man nú Gud hava sagt?“

Ja, Gud hevur sagt: ”Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. Tí at alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst og eygnanna lyst og lívsins dramblæti, tað er ikki frá faðirinum, men frá heiminum. Og heimurin fer til grundar og lyst hansara; men tann, sum ger Guðs vilja, verður um allar ævir. ”
1. Jóh. 2, 15–17 V.D.

Fólk vilja hava KONGARIKIÐ, men ikki KONGIN. Tað er ikki pláss fyri umvending. „Tann, sum giftir seg við TÍÐARANDANUM, verður skjótt einkjumaður“, segði Søren Kirkegaard.

Lystur holdsins! Menniskjuni vilja gera hetta til tað normala. „Men hatta er sálarinnar krabbamein,“ var tað ein samfelags analytikari, sum tók til. Hatta er beinleiðis hugmóð móti Gudi. Men blívur tú við at júka hetta upp í saman og upp í saman, so endar tað við, at fólk taka hetta sum ein sannleika. Men søgan lærir okkum, at meirilutin fer ofta skeivur. Tey fylgja einum øðrum Harra og siga: „Tá ið tú ikki hevur somu meining sum vit, sleppur tú ikki uppí, tú ert eitt útskot.“

Unga ættarliðið leitar eftir støðufesti og greiðum svørum, og tað er so lívsjáttandi, at nú er nakað við at henda við teimum ungu í sunnara parti av Noregi.
Effie Campbell umsetti