Smakkið og síggið

”Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum.”
Sálmur 34,9VD

 

Tað er altíð gott at smakka, ikki so? Tá vit gera ís ella baka smákøkur heima, so er altíð onkur, ið vil royna at smakka, áðrenn tað verður sett á borðið. Og hvør vil ikki fegin sleikja grýturnar, tá mamma ger sjokulátabudding ella fromagu?

Og inn ímillum hendir tað, at ein dama stendur og bjóðar smakkiroyndir, tá tú vitjar í einum handli ella eini sølumiðstøð, eit nú ostur á pinni ella lítil bikar við appelsinsaft ella líkjandi. Hví ger hon hetta? Hon ynskir, at mong atla at royna hennara vøru, tí handilin er vísur í, at viðskiftafólkini koma aftur at keypa, tá tey gerast klár yvir, hvussu góð vøran er.

Dávid, maðurin ið skrivaði teir flestu av Sálmunum í Bíbliuni, segði: ”Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður!” Sálmur 34,9
Hevur tú funnið út av, hvussu góður Harrin, Jesus Kristus er?

”Smakkið, og síggið”

”Jamen,” sigur tú, ”Hvussu skal eg kunna smakka og síggja”, tá tað snýr seg um Jesus?”

Jesus segði sjálvur: ”Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. ” Op.3,20

Fyri ikki so langari tíð síðan kom ein maður og bankaði upp á okkara hurð fyri at selja kaffi. ”Hetta er tað allarbesta kaffi.” segði hann. Hann var so grammur eftir, at eg mátti royna tað, at hann bjóðaði mær tvær fínar gávur, um eg vildi keypa tvey pund av kaffi. Hann ynskti, at eg skuldi ”smakka og síggja”. Men eg noyddist at lata hurðina upp fyri honum fyri at kunna fáa kaffið.

Jesus stendur framman fyri hjartans hurð tykkara. Hann ynskir, at tit skulu lata upp fyri honum, so at hann kann vísa tykkum alt tað góða, hann hevur at bjóða tykkum. Vit ”smakka og síggja” við at loyva Jesusi inn í okkara hjørtu sum Frelsari okkara. Skuldi ikki eisini tú latið upp tínar hjartadyr fyri Jesusi nú alt fyri eitt? So vil hann gera teg til eitt Guds barn, og tú fert at ”smakka og síggja”, hvussu góður hann er við teg. ”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, ” Jóh.1,12.
E.Campbell umsetti