Sært tú dýrd Guds?
”Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug! ”
Salme 8,4-5
Sagt verður frá um Selmu Lagerlöf, at hon sum lítil smágenta einaferð var á vitjan hjá ommu síni, ið var nærum blind. Tá kom Selma til at siga okkurt um, at tað eisini var synd fyri ommuna ikki at kunna síggja. Tá legði omman hondina á høvdið hjá Selmu og segði: ”Lítla Selma, gloym ongantíð, at tað avgerandi er at hava eygu, ið eru før fyri at síggja dýrd Guds.”
Hevur tú ongantíð hugsað um, hvussu keðiligt og trist tað hevði verið, um Gud hevði skapað alt grátt, grasið, blómurnar, fjøllini, luftin og í heila tikið, alt tað, sum eksisterar?
Skaparverk Guds er so undurfult, og alt hevur Hann skapað til at gleða okkum. Hugsa líka, tá sólin fer í kav, og allur himmalin er gyltur. Ella blómurnar, ”… at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. ” Luk.12,27
Alt hetta umtalar dýrd Guds, tað tað snýr seg um er at hava opin eygu.
E.C