Virðing
Ein eginleiki, vit áttu at lagt okkum meira eftir at hava, tað er virðing og virðingarótti. Tað vekur virðing fyri Gudi, tá vit hugsa um hansara óendaliga stórleika, og tá vit vita, at Hann er nær. Henda kenslan av tí ósjónliga átti at fingið stóra ávirkan á okkum. Vit áttu eisini at lært okkara børn, hvat heilagt er. Tíðin tú nýtir til og í bøn er heilag, tí Gud er til staðar har. Staðið, har tú biður og er til gudstænastu er heilagt, tí Gud er tær nær har.
Tað hevði verið gott fyri bæði ung og gomul at hugsa um og javnan endurtaka orðini úr Heilagu Skriftini, ið vísir, hvussu vit eiga at síggja staðið, sum Gud hevur merkt av við sjálvur at vera til staðar har.
Jákup segði aftaná at hava sæð einglasjónina: ”Tá vaknaði hann úr svøvni sínum og mælti: »Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!« Og ótti kom á hann, og hann mælti: »Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!« ” 1.Mós.28,16-17
”Og hann mælti: »Kom ikki nærri! Men lat teg úr skónum, tí at tann staður, sum tú stendur á, er heilag jørð!« ” 2.Mós.3,5
”Og Harrin svaraði og segði: »Skriva sjónina niður og rist hana á talvur, so at hon er lætt at lesa.” Hab.2,2
”Tí ein veldigur Guð er Harrin, drottin mikil yvir øllum gudum;” og ”Komið, fallum niður og boyggjum vár knæ, nígum fyri Harranum, skapara várum!”
Sálmur 95,3 og 6
”Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar. Farið inn í hans portur við lovi, í forgarðar hans við prísi! Lovið honum! Signið hans navn!” Sálmur 100,3-4
E.Campbell umsetti