2.hvítusunnudagur

Ein hvítusunnuprædika

”Elska tit meg, tá haldið boð míni! Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, ”
Jóh.14,15-16

Treplin próstur í Holstein sigur soleiðis frá: ”Í mínum ungu árum var tað ein prestur, sum kallaðist Weihe. Hann var prestur í einari lítlari bygdarkirkju í mínu kæra Westfalen. Hann var ein prædikumaður av Guds stóru náði.

Einar tveir fjórðingar haðani búði ein spælimaður, sum vegna sítt ógudiliga lív ongantíð varð kallaður annað enn ”svaki Jákup”. Allastaðni, har stuttleikin skuldi vera serliga óførur, máttu hann og violinin vera við. Hann óttaðist hvørki Gud ella menniskju. Og ofta hevði hann hesi spottarans orð á munni:
”Liv bara lystiliga, men doyggj sælur – tí tá hevur tú snýtt djevulin, og hann hevur mist fong sín!”
Ein hvítusunnuaftan hoyrdi Jákup um tær veldigu prædikurnar hjá ”Faðir Weihe”. Og hann gjørdi av, at dagin eftir skuldi hann fara at hoyra hann. Konan, sum hevði sama sinnalag sum maðurin, ávaraði hann at fara. Hon kvíddi fyri, at prestur kundi gera mann hennara í ørviti og broyta hann.

Men tá kvetti Jákup hana av við einum hørðum látri og segði: ”Nei, so bleytur er ”svaki Jákup” ikki! Tvørturímóti fari eg í kirkju at vísa hasum erpna svartkjólanum, at enn eru sjálvstøðug menniskju til.”

Tess meir, konan ráddi honum frá, tess stívendari helt maðurin fast um ætlan sína, og at enda segði hann: ”Eg skal taka violinina við í kirkju í morgin, og tá ið eg komi heim aftur, spæli eg eitt kátt lag, í tí eg komi inn í býin. So sissast tú beinanvegin, og tú skilir, at allur ótti tín hevur verið ógrundaður.”

Og sanniliga – dagin eftir sóu kirkjufólkini við undran, at ”svaki Jákup” fór í kirkju. Inni í kirkjuni vóru mong, sum hugdu spyrjandi mót hesum manni, sum stóð har við violin í hondini.

Tá ið ”Faðir Weihe” fór at prædika, bleiv Jákup beinanvegin hugtikin. Uttan at hann varnaðist tað, hvarv treiskni so líðandi úr andliti hansara og hann lurtaði sanniliga móti sínum egna vilja – meir og meir hugagóður, sum minuttirnir gingu. Úr taluni andaði ein mildleiki og kærleiki ímóti honum, sum hann ongantíð áður nær og námindi hevði kent, men stundum fekk hann hug at kvetta prestin av og siga, ”Tig við tær! Hatta er ikki satt!” Men ein rødd innan í honum segði: ”Tað er kortini satt!”

Hann gjørdist meir og meir undarliga við. Hjartað dukaði sum ørt. Tárini runnu stríð oman eftir kjálkunum, og beinanvegin prestur hevði sagt amen, stórleyp Jákup út úr kirkjuni, og hann sleyrdi, tað dýrasta, hann var mentur, violinina inn móti kirkjuvegginum, so hon fór í sorl.

Frá tí degi spældi Jákup ongantíð aftur til dans, men søkti og fann ein annan vinnuveg. Hvítusunnuprædikan hevði brotið violinina, men hjálp spælimanninum til frelsu.
”Himmelvejen” E.Campbell umsetti