Bønin er mín himmalstigi
- Bønin er mín himmalstigi,
lyftir meg frá hesi verð;
Faðir, tá eg til tín biði,
upp frá jørð mín andi fer,
leitar til tín ljósa sal;
vegin vísir orð títt væl.
- «Biðið, og tit skulu fáa!»
Hetta orð títt styrki ber
teimum, sum móti himli tráa
troytt av hesi vándu verð.
Harrans bøn, várt Faðirvár,
grøða kann hvørt syndasár. - Ei má heimsins sorg oss tyngja,
faðir vár í himli býr;
orð hans ugga kann og yngja
hvørt Guds barn, sum á hann trýr.
Hvør, sum himlavegin fann,
halgan frið og sælu vann. - Lat so heimsins børn oss háða,
ei tað okkum nerva skal;
løn Gud letur okkum fáa,
leiðir okkum í sín sal.
Biðja vit í Jesu navn,
blítt hann tekur oss í favn.
Matt 7,7
Mikkjal á Ryggi