Sálarhirði hjá kendum fólki
”men tá ið tú gert gestaboð, tá bjóða fátækum, kryplum, høltum og blindum; og tá skalt tú verða sælur, tí at teir hava einki at geva tær afturfyri; men tað skal verða tær afturgoldið, tá ið hini rættvísu rísa upp.« ”
Luk.14,13-14
Ein trúboðari greiðir frá fylgjandi: Ofta hevur Gud á undurfullan hátt sent meg til slík menniskju. Mong av hesum gremja seg á sama hátt sum Dávid, hin kendasti persónurin í Ísrael: ”Eingin spyr eftir míni sál!” Tað er bert so leingi tað lønar seg fyri fyritøkuna, rørsluna, samkomuna, verkætlanina o.s.fr., at spurt verður til teirra, og at tey eru væl lýdd. So skjótt vanlukka, sjúka ella trupulleikar raka, so steðgar áhugin fyri teimum alt fyri eitt. Leita tey upp! Tey hava tørv á tínum stuðli!
Eg vil fegin geva tær eini væl grundað ráð, tú, ið júst nú er á tindinum – lýð á hetta og fylg hesum ráðum, so at tað tær ganga má væl!
Ger tað góða, tú kanst, mótvegis so mongum, tú kanst, allastaðir, har tú kanst, á allan hátt, sum tú kanst, so leingi, sum tú kanst. Ger hetta mótvegis teim fátøku, mótvegis teimum, ið ikki kunnu rinda tær tað aftur her í lívinum. Minst til hetta: ”Tann, sum várkunnar fátækum, lænir Harranum, og hann skal løna honum góðgerð hans. ” Orðt.19,17
Effie Campbell umsetti