Vitna um undur Harrans

”Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans! ”
Sálmur 96,3

 

 

Mær hevur aldri dámt, at fólk siga so nógv um og bera tíðindi um, hvat tey áður vóru, áðrenn tey gjørdust kristin! Tað var eitt skammiligt lív. Hin vísi goymir sína skomm, sigur Bíblian. Hinvegin eggjar Skriftin okkum til at siga frá øllum Guds undurgerðum(Sálmur 105,2). Hinvegin ynskja hvørki djevilin ella lunkað kristin tað. Tey tosa háðandi um ”sólskinssøgur”, og tað er so at siga bannað at siga frá undrunum, ið Gud fremur í dag. Man tað vera, tí tey sjálvi ynskja at taka heiðurin frá Gudi, ella eru tey kanska so heilt ígjøgnum stýrd av øllum tí neiliga, sum vit frætta um og lesa í miðlunum hvønn dag? Í øllum førum gera tey ikki tað, Bíblian vil hava okkum at siga.

 

Hvønn sunnudag lesa vit tigandi ápostolisku trúarjáttanina í kirkjuni, men hetta er tó ikki tað sama sum at hava eina apostolska trúgv, somu trúgv, sum ápostlarnir høvdu. Ein tóm trúarjáttan er hykl og falslótir. Tað er ikki rætt at vísa seg ivandi til fólk, ið liva út trúgv sína! Tað er lítið gagnligt at ávísa, at vit hava tí reinu luthersku læruna, um hon ikki svarar til okkara lívsførslu.

 

At trúgva á Gud er ikki tað sama sum at spæla eydnuspæl! Tað er tað mest nátúrliga, ið finst. Gud víkir ikki frá sínum lyfti: ”… eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« og ”… »Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.«” Lat tað standa fullkomiliga fast, at Gud er sannur, og at hvørt eitt menniskja ein lygnari! Tað er tann roynda trúgvin, ið er dýrmettari enn ekta gull!

 

Hvørjar hugsanir ger nútíðar menniskjað sær av Gudi?
”Bragdið og kennið, at góður er Harrin! Sælur er maður, ið á hann lítur. ” Sálm. 34,9

 

Tí at so skjótt sum ein syndari verður umvendur, so er náði at fáa í ovurstórt mát! Lovaður veri Gud! Hetta umfatar eisini teg, sum hetta lesur! Latum okkum tosa og boða frá allastaðni um tey undur, sum Harrin fremur í okkara tíð og geva Honum allan heiðurin.
E.Campbell umsetti