Signað orð

”Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! ”
Róm.12,14

 

 

At signa hvønn annan er ikki bert tóm orð. Tað er at endurloysa góðvilja Guds yvir tann persónin, Gud vil vælsigna! Hví eru vit tá so vánalig at gera tað móti øðrum? Hví ikki tosa gott um hvønn annan í staðin fyri at særa hvønn annan við at finnast at, baktala og tosa óreint sleyg. Mong menniskju ganga runt við ólektum sárum, sum djevulin og heimurin hava givið teimum.

 

Góðu kristnu vinir, vit liva í ein hørðum og køldum heimi. Vit standa yvirfyri super gløggum ófriskjum úr andaheiminum. Tí mugu vit hjálpa hvør øðrum.

Í míni Bíbliu síggi eg, at Harrin sigur, at vit eiga at signa hvønn annan! (Róm.12,14)

 

Signingin er sterkari enn banningin, tí hon er grundað á náði Harrans, ið varir í allar ævir, meðan banningin hoyrir undir lógini. Tá tú (væl)signar ein persón, so fevnir tú hann við góðvilja Harrans. Harrin skal sjálvur taka sær av trupulleikunum og tú loysir persónin út úr fjøtrunum og banningini, sum hann er bundin av!

 

Latum okkum inni fyri Jesu Kristi likami játta misbrot okkara og geva tað lyfti, at vit frá hesum degi at rokna ikki fara at tala eitt einasta ljótt orð um nakran av brøðrum Harrans ella yvirhøvur! So vilja vit koma at síggja, hvat Harrin ger! Gud hevur bannað menniskjum at nerta við hansara salvaðu.
E.Campbell umsetti