100% til staðar uttan rús

Summarið er háárstíð fyri stevnur og festivalar, og túsundtals vaksin, børn og ung savnast fyri at fylla goymslurnar við mentanarligum upplivingum og hugnaligum løtum saman við familju og vinum. Fyri nógv eru festivalarnir eisini veitslur, sum vara í fleiri dagar, og har nógv rúsdrekka fer niðurum.  

Bjóða inn í rúsfría bingju 
Seinastu mongu árini hevur Liv Lívið, sum er ungdómsfelagsskapurin hjá Bláa Krossi Føroya, verið ein partur av flestøllum festivalum í Føroyum. Mitt á festivaløkinum stendur ein bingja, har sjálvboðin ung bjóða festivalgestunum inn í eina hugnaliga, rúsfría stovu at slappa av, til ein drekkamunn ella at fáa sær ein rúsfrían drykk afturvið tónleikinum.   

Høvuðsendamálið við verkætlanini Liv Lívið er at upplýsa um vandar, ið rúsdrekka hevur við sær, og ikki minst at útføra upplýsing til praksis. Tí standa sjálvboðin klár við bingjuna at taka ímóti gestum og at stuðla og hjálpa, har tørvur er á tí.  

– Vit ynskja at síggja ein rúsfrían ungdóm í Føroyum, sigur Liv Lívið millum annað á heimasíðu síni. – Størsta endamálið hjá okkum er at vera á staðnum, tá tørvurin er størstur, at kunna bjóða alternativ til rúsin, at kunna upplýsa um vandar í rúsinum og ikki minst at vísa á stuttleikan, ið tað rúsfría inniber.  

LES EISINI  Støðugt fleiri lesa Kumpas

Rúsfría valið eigur at verða ein sjálvfylgja 
Nógv ung kenna seg uttanfyri, um tey ikki rúsa seg, ella kenna seg trýst til at drekka. Summi halda seg ikki vera kul, um tey eru edrú. Onnur hava trupult við at stuttleika sær uttan rús. 

Liv Lívið vísir á, at tað væl ber til at uppliva alt og stuttleika sær júst, sum man annars hevði gjørt, ansa eftir einum sjálvum og teimum, man elskar, og samstundis vera 100% til staðar – og at tað júst tí er kul at vera rúsfríur.  

Eisini ynskja tey í Liv Lívið at fáa tað tabu, sum í dag er knýtt at rúsfríum alternativum, burtur.  
– Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra, ella man skal tíðliga upp morgunin eftir – vit ynskja, at tað gerst ein sjálvfylgja, at rúsfría alternativið kemur fram um rúsin.

LES EISINI  TeenStreet lag er í uppskoti til ársins útvarpshitt

#RúsfríttSummar 
Liv Lívið skipar eisini fyri átakinum #RúsfríttSummar, sum hevur til endamáls at eggja ungum til at velja eitt rúsfrítt summar. Ynskið er bæði at fáa heilt ung at útseta fyrsta smakkin, at eggja ungum, sum vanliga drekka, til at royna eitt summar uttan rúsdrekka og at stuðla teimum, sum tilvitað hava valt rúsdrekka frá. 

Átakið gongur fyri seg online og á festivalum og setir rúsfría lívsstílin í fokus. Eisini eru kappingar, har tey, sum velja eitt rúsfrítt summar, kunnu vinna ymiskar rúsfríar upplivingar, sum fyritøkur stuðla við.  

Ung nýta ofta orðini “øll hini drekka”, men kanningar vísa, at hetta ikki er satt. Hagtøl frá undanfarnum árum vísa, at #RúsfríttSummar hevur verið væl móttikið, og at fleiri, ið vanliga smakka sær á, velja eitt rúsfrítt summar. 

Sersømdir til edrúar festivalgestir í Noregi 
Í Noregi hevur ein av størstu rokk- og poppfestivalunum, Slottsfjell-festivalurin, sum savnar útvið 20.000 fólk um dagin, valt at viðurkenna tørvin á rúsfríum alternativum. Festivalurin í ár fer nevniliga at skapa eitt nýtt øki, sum skal vera trygt, fjálgt og hugkveikjandi – og alkoholfrítt. Á økinum, sum liggur mitt í festivalinum, hava edrúir festivalgestir atgongd til sauna, ísbað, lounge, heingikoyggjur, egin vesi og eina mocktail-barr.  

LES EISINI  Ungar gentur í vesturheiminum stríðast sálarliga

– Í dag ynskja festivalgestir valfrælsi, og sera nógv fólk eru meira upptikin av einum sunnari og burðardyggari lívi enn áður. Alkohol er ikki neyðturviligur partur av upplivingini hjá mongum, sigur festivalsleiðarin, Peter Eikeland, við dagen.no. 

– Tíðin er komin til, at festivalupplivingar kunnu njótast uttan promillu, sigur Peter Eikeland. – Tørvurin á inkluderandi og tilvitaðum pallum veksur. Endamálið við hesum pallinum er at skapa eina nýggja uppliving, eitt øki við vælveru, felagsskapi og góðum huglagi – eisini fyri tey, sum vilja vera edrú!

Keldur: livlivid.fo og dagen.no.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina