Kom við á 17+ legu

15. – 17. August verður 17+ lega í Nesvík. Hetta er ein ungdómslega ætlað eldri ungum. Á 17+ legu verður tíð sett av til tín, títt samband við Gud og við tíni andaligu systkin. 

Evnið á leguni í ár er: Hvat er endamálið við lívinum – hví eri eg til?

Vit leita øll eftir meining í lívinum, og tað er ymiskt, hvar vit leita. Evnið í ár er við íblástri úr bókini “a purpose driven life”. Ein bók, ið hyggur at hvør Gud er, og hví hann hevur skapað okkum.
Tað eru fleiri talarar, ið koma at tala á leguni og leygardagin fáa vit eisini vitjan av persónum, ið koma at greiða frá sínum persónligu søgum, sum eru í tráð við høvuðsevnið.

Umframt bíbliutímar verður eisini nógv tíð til hugna, spæl og prát.
Seinastu árini hevur legan verið sera væl umtókt, so tað ræður um at skunda sær at melda seg til. 
Set eitt vikuskifti av og kom við á legu í Nesvík. 
Um tú ert 17 ár ella eldri (ella fyllir 17 seinni í ár), so far inn á mission.fo/tilmelding og melda teg til leguna. Legan kostar 645 kr og tilmeldingarfreistin er leygarkvøldið 9. august.

LES EISINI  290 ung á legu í Nesvík

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina