Leitar tú eftir friði?
”Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! ”
Jóh.14,27
”Um bert sál mín kundi verið rólig og havt frið,” siga mong. Mitt í tíðarinnar skundi og stríði trívist ófriðurin og óvissan í hjarta og sinn menniskjans. Tey taka sær ikki stundir til at steðga á og hugsa væl og virðiliga um lívið, og hvat endin verður.
Sinn menniskjans verður upptikið av bæði einum og øðrum og ófriðurin veksur. Skundur heimsins ger um seg allastaðni og letur seg ikki temja.
Høgi lívskor okkara tykjast at virka so, at menniskju krevja alt meira, og tað er ein kapping at fáa meir og meir av tí, sum hesin heimurin hevur at bjóða. At vera lítillátin og kravlítil hoyrir ikki okkara tíð til.
Avleiðingarnar av sjálvsøkni og sjálvgóðsku og stóri tørvurin at krevja verður, at menniskjað sum frá líðir gerst alt meira friðleysur og óttafullur. Onkur spyr: ”Kanska er óttin bert eitt nútímans svar uppá lívsræðslu, ið liggur duld í hvørjum menniskja?”
Lívsræðslan kemur ofta fram, tá menniskjur ganga skeivan veg í mun til tann veg, tey innast inni kenna. Tí stríðast tey eisini við ringa samvitsku. Um eitt menniskja livir í stríð við sínar innastu kenslur, so kann tað ikki annað enn at skapa ófið. Úrslitið verður tunglyndi og eitt burturspilt lív.
Tá ið samanum kemur skuldi ein trúð, at nøkur fólk halda, at tey altíð fara at vera verandi her á jørðini, hóast lívið vísir tað øvugta. Slør tíðarinnar fjalir veruleikan fyri eygum menniskjans. Vit eru ofta vitni til álvarsligar hendingar, har ein skuldi trúð, menniskju vórðu skakað og ótrygg. Álvarsemi sum hetta førir við sær, verður skumpað til viks av tí friðleysa menniskjanum og kósin verður ikki broytt.91,1
Innari tørvurin eftir trygd og friði verður skumpaður til viks og sum frá liðir kvaldur. Hetta ger, at menniskjað missir tað undurfullasta, ið finst her í lívinum: ”… skjól sítt í skugga almáttugans, ” Sálmur 91,1
Tað er hetta hvíldarstað, sum sálin hevur.
Nøkur siga: ”Um bert sál mín kundi verið rólig og havt frið! Hesin støðugi ekkin og ófriðurin ger stóran skaða á mítt lív. ”Tað ringasta av øllum óndum, ið er uppi í okkara tíð, tað er at hava eina friðleysa sál. Tað er tað, ið ger menniskju gleðileys og fjálturstungin.
”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ” Matt.11,28
Hesi orð Jesusar siga okkum, at til er eitt stað, har øll kunnu leita sær hvílu mitt í tíðarinnar gangi og meldri.
Tað er bert á einum stað, hetta finst, og tað er hjá Jesusi. Menniskjusonurin, sonur Guds, hann er friður okkara. Hann kemur við síni friðarheilsan til hvørja troytta og mótleysa sál, ið letur upp hjartadyr sínar fyri honum. Tá hvørvur ófriðurin, ið fylti hjarta og sinn. Ófriðurin og óttin verður umbýttur við frið, hvíld og gleði, ið eingin kann útgreina.
Menniskjað má hava skeytið uppá sál sína, eina trygga havn. Hetta kann ikki finnast í nøkrum av heimsins mongu luturm. Vit mugu leita okkum til Guds, ið er upprunin til skapningin allan og sum hevur sanna umsorgan fyri okkum.
Leggja vit lív okkara í hendur Guds og lata Hann leiða okkum, so kemur einki av øllum tí ónda, ið er um okkum í hesum heimi, til at skaða okkum. Eingin kann órógva friðin og hvíldina, sum Gud hevur givið okkum.
Um vit skulu hava sálarliga javnvág og góða heilsu, so er tað heilt avgerandi at fáa frið við Gud. Menniskju eru vorðin lyft út og grødd av sjúkum og tunglyndi, tá tey hava biðið og givið seg yvir til Guds. Eitt lív sameint við Gud gevur sterka verju móti teimum verum og máttum, ið gera fíggindalig álop á okkara nervaskipan. Tí er tað eisini so avgerandi at koma til Guds, at kenna Gud og fáa rótina til alla vanlukku – syndina – tikna burtur.
“Levende tro” E. Campbell umsetti