Tað snýr seg um æviga lívið
Mark.10,17-27
Tá Jesus var á veg úr staðnum, har hann hevði tikið ímóti børnunum, vælsignað tey og boðað, at ”ríki Guds er teirra”, kom ein maður rennandi, fall niður á knæ og spurdi: ”… »Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?« ”
Ein ríkur maður, og eftir øllum at døma, eisini ein heiðurligur og høviskur maður, sum hevði livað eitt virðiligt og sømiligt lív – nógv siga helst ein fullkomin maður – hann rennur! Hvat er tað, sum her leikar á, hví hesin skundur? Jú, tí tað snýr seg um æviga lívið.
Men er ikki alt í lagi hjá manninum, eisini viðvíkjandi æviga lívinum? Hvat meira vantar í? Hugsið tykkum at hava hildið øll boðini, alt frá barnaárunum. Tað kann ikki vera mong, sum við hond á hjarta kunnu siga tað sama. Alt sær jú bara so gott út hjá honum, bæði andaliga og tímiliga, såleiðis halda eisini mong í dag.
Men ríkidømið og góða lívið var ikki nóg mikið fyri henda unga mannin. Har var okkurt, sum manglaði. Og hetta svarar eisini til tað, Jesus sá, tí Jesus segði: ”… »Eitt vantar tær”
Kanska eru tað mong, ið undrast yvir tað, Jesus nú krevur av manninum. Var hetta nú neyðugt, var tað neyðugt at vera so ógvisligur og harður? Er tað nakað galið í tí at vera ríkur og at hava tað gott? Nei, tað heldur Jesus ikki. Men tá Jesus sær, at ríkiðdømið verður til ein forðing millum Gud og okkum, tá er galið. Tað var hetta, Jesus sá í hesum føri.
Jesus kallar hann til at fara frá øllum og at fylgja sær, eins teir fyrstu lærusveinarnir. Hetta boð og tilboð frá Jesusi er meint júst so sum tað er sagt. ”Og hann hevjaði upp eygu síni og leit at lærusveinum sínum og segði: »Sælir eru tit, fátækir, tí at tykkara er Guðs ríki.” Luk.6,20
Men trúgvin og kærleikin hjá hesum manni var ov lítil til at kunna bera seg sjálvan sum eitt offur til Guds, og alt tað, hann átti, til menniskju. Hann var ikki villigur til at gerast ein fátækur tænari Orðsins, og tí gjørdist hann ein sorgarbundin ríkmaður. Jesus sigur: ”… »Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! ”
Hvat skulu vit so gera fyri at fáa æviga lívið, spyrt tú kanska. Jesus svarar. ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ” Jóh.3,16
Hevur tú fingið greiðu á vandamálinum um ævinleikan? Kanska hastar hetta …
Major. Ingrid Johnsen “Krigsropet”. Effie Campbell umsetti