Onki vert? – nógv vert!

”Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur, gevi eg menn í endurgjald fyri teg og lati tjóðir bøta fyri lív títt. ”
Jes.43,4

 

Latum okkum kalla hana, Ester. Hon hevði teknað seg til eitt tríggja mánaðar langt Bíbliuskeið. Tað ver skilligt, at okkurt var galið við henni. Hon tosaði lítið og smíltist aldri. Hon hugdi niður í borðið, tá vit sótu og ótu og hon tyktist vera døpur og kedd um okkurt. Tað var ógjørligt at fáa í lag eitt prát við hana.

 

Eg segði tí við hana: ”Ester, um tú hevur ein trupulleika, so vil eg fegin royna at hjálpa tær. Um tú vilt, so ert tú vælkomin at koma inn á mína skrivstovu nær tað skal vera.”

 

Nakrar dagar eftir hetta dukaði á dyrnar og har stóð Ester og spurdi, um hon kundi fáa loyvi at tosa við meg. Í meira enn ein tíma sat hon nú og greiddi mær frá sínum trupulleikum. Hon hevði haft tað ser ringt sum barn. Pápin hevði í áravís hildið henni fyri gjøldur og niðurgjørt hana tíðliga og seint, og funnist at henni og tí kendi hon tað á sær, at hon ikki dugdi til nakað og at hon ikki var nakað verd. Hennara sjálvsvirði var heilt pilkað av henni. Hon visti ikki, hví hon var komin á hetta skeiðið og hon kendi tað, sum um Gud ikki á nakran hátt legði í hana og kundi signa seg ella nýta ein slíkan persón sum hon.

 

Eg dugdi at síggja, at hon hugdi ov nógv at sær sjálvari, sína søgu, síni foreldur og sínar trupulleikar – og ikki á Gud. Eg bað hana tí hyggja at Esajas 43 í Bíbliuni. Eg ætlaði at vísa henni tvey ting. Fyrst, at Gud hevði og hevur umsorgan fyri henni, men eisini, at hon var sera dýrabar hjá Honum og hevði stórt virði í Hansara eygum.

Vers 4 ljóðar: ”… tú ert mær dýrmætur, …”

 

Eg sigi við hana: ”Ester, tað hevur onki at siga, hvat menniskju siga og halda um teg ella gera ímóti tær. Hygg ikki á tey, lurta ikki eftir teimum. Hygg eftir Gudi. Skil, at Hann er ein Gud, ið hevur umsorgan fyri tær persónliga, og at tú ert dýrabar fyri Hann og hevur virði og týdning fyri Hann. Tað er hetta, ið hevur alt at siga.”

 

So skeyt eg upp, at hon lærdi seg at venda sínar hugsanir við Gudi og at læra seg, hvør Hann er og at hon klárt skuldi skilja, at Gud er Faðir hennara og at Hann elskar hana markleyst høgt. Eg las ørindini 18 og 19 fyri henni: ”Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn. ”

 

Vit bóðu saman, og eg bað Gud hjálpa Ester at hyggja at Honum og síggja Hann, sum Hann í sannleika er, at hon kundi trúgva tí, hon sá, og at Hann mátti byrja á nýggjum í hennara lívi.

 

Og tað var júst tað ið hendi. Eitt undur hendi í lívi Esters. Hon gjørdist eitt nýtt menniskja. Hon smíltist og varð glað. Tá hon vendi eygu síni móti Gudi, gav hann henni frið og gleði. Hann grøddi sárini, sum vóru komin av teim trupulleikum, hon hevði haft, og hon kendi seg elskaða og virðismetta av Gudi – og eisini av okkum.

 

Í dag arbeiðir hon fulla tíð millum gøtubørn í einum av heimsins størstu býum, og Gud signar hana og nýtir hana.

 

Í einum av teim brøvunum, hon skrivaði til mín, sigur hon: ”Tú trýrt ikki, hvussu lætt tað fellur mær at siga, ”Abba Faðir”, men eg var noydd at fara allan tann langa teinin til bíbliuskeiðið fyri at læra hetta.

Sam Doherty. E.Campbell umsetti