Fullteknað og væleydnað 17+ lega seinasta vikuskifti

Um vikuskiftið var Leguhúsið í Nesvík fult av ungdómi, savnað úr øllum landinum, á leið 180 fólk. Yvirskriftin var “Hvat er endamálið við lívinum? Hví eri eg til?”

Á leguni vóru bæði bíbliutímar, møti og lovsangsløtur. Eisini var høvi hjá luttakarum at deila ein vitnisburð. Á skránni var eisini eitt sertøk løta, ið kallaðist “Livandi bøkur”. Luttakarar vóru deildir í fýra bólkar, har teir ferðaðust runt ímillum og hoyrdu vitnisburðar frá ymiskum fólkum. Hetta snúði seg um, hvussu Guð hevði verið við teimum ígjøgnum lívið, og hvussu hann hevði hjálpt teimum við bæði andaligum og persónligum avbjóðingum.

Fríggjakvøldið talaði Petur Súni Jacobsen um, at vit eru skapt til felagsskap við Guð og onnur.  Talað var millum annað út frá Ef. 5,8-9 og 14. Til bíbliutíman leygarmorgun talaði Bergur D. Joensen um, at vit eru skapt til lærusveinaskap.  Leygarkvøldið talaði Suni Justinussen um, at vit eru skapt til at tæna. Og sunnumorgunin var tað so Marjan Kass, ið talaði undir yvirskriftini “Skapt við eini missión”. Hon greiddi frá upplivingum, sum hon hevði havt, serliga gjøgnum SAT-7, og hvussu hon varð kallað til arbeiðið millum børn.

LES EISINI  Arbeitt verður at dagføra studiið í Nesvík

Eisini var møguligt at fara í loftstovuna, har ein kundi sita í stillum og hugsa ella reflektera um spurningar, ið hongdir vóru runt í stovuni. Spurningarnir vóru ætlaðir at vera avbjóðandi, og virka til menning. Eitt nú var tað “Hvørjar gávur hevur Guð givið tær, sum tú kundi brúkt at tæna øðrum?”, “Gevi eg Guði loyvi at broyta meg?” og “Hví hevur Guð sett meg á jørðina?” Allir spurningarnir vóru ætlaðir at fáa tey vitjandi at hugsa um sína egnu støðu, og hvussu ein víðari kundi mennast sum Jesu lærusveinur.

Stuttleika og upplivingar fingu tey eisini fyri allar pengarnar. Skipað varð fyri einum gongutúri saman við Pól Johannesen, dystur var leiktur, og Ingmar Mikkelsen hevði eina gospel verkstovu fyri teimum, ið vóru áhugað. Endin var, at øll, ið høvdu verið við til kórvenjing, framførdu tveir sangir á ungdómsmøtinum leygarkvøldið.

Alt í alt var tað ein væl eydnað lega við nógvum góðum tiltøkum, og hugt verður fram móti HMU-leguni í heyst og nýggjársleguni í januar.

LES EISINI  Trúpoddurin Special við Cochren
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina