Felagssunnudagsskúli í Leirvík við hoppiborgum, vatnkríggi og bíbliusøgu

Umleið 200 fólk savnaðust til felagssunnudagsskúla uppi á Brekku í Leirvík sunnudagin. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið Hebron og Missiónshúsið í Leirvík skipa fyri saman, har eitt framúr gott samstarv millum meinigheitirnar setti dám á dagin. Hóast veðrið var sera ringt fyrr uppá dagin, so kom sólin fram, tá sjálvi sunnudagsskúlin varð liðugur, og øll fóru útum at hugna sær.

Byrjað varð við sunnudagsskúla inni í Víkingahúsinum við sangi og bíbliusøgu á skránni. Tá sunnudagsskúlin varð liðugur fóru øll út, har børnini hugnaðu sær við hoppiborgum, andlitsmáling, ballónum og einum stórum vatnkríggi til seinast.

Øll fingu okkurt gott at eta – pylsubreyð, kakur, slushice og poppkorn var millum tað, ið varð bjóðað.

LES EISINI  Spírar 2: Frumsýning og stuðulsmøguleikar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina