Yndisvers mítt er: Filippibrævið 4,6

Har stendur skrivað: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk.”

Eg verði ofta stúrin. Eg stúri fyri øllum. Hetta versið hjálpir mær, tí eg veit, at Gud vil hjálpa mær við tí, sum eg stúri fyri.

Tá ið eg búði í Ghana, fór eg gjøgnum eina svára tíð, tí eg misti mín stóra beiggja. Hann var trummuspælari í kirkjuni, og hann doyði brádliga, meðan hann spældi trummur, mitt í tænastuni. Vit fluttu hann á sjúkrahúsið, men tey kundu einki gera. Tey gjørdu likskurð, men funnu onga orsøk, hví hann doyði. Eg sat eftir við mongum spurningum.

Vanliga vaknaði eg hvørja nátt kl. 3 av stúran, ótta og sorg. Tá fór eg at biðja, gráta og spyrja: “Hví?” Hetta versið helt mær uppi og eg havi hildið fast við tað. Eg havi tað á einum lítlum pappírslepa á vegginum, so eg síggi tað hvønn dag.

LES EISINI  40 ung til Puls í gjár

Hvørja ferð eg biði hetta versið, fái eg fullkomnan frið. Brádliga broytist alt innaní mær, og eg fái ein sælan frið í sál og sinnið. Hetta versið hevur veruliga hjálpt mær og broytt meg til tað betra.

Eg kendi til ótta og órógv longu frá ungdómsárum. So tá ið beiggi mín doyði, visti eg ikki, hvussu eg skuldi liva og hvar eg skuldi fara. Hann hevur altíð troystað meg og sagt, at eg skuldi brúka gávur mínar. Orðini hjá honum liva enn í huga mínum.

Eg síggi hetta versið hvønn dag – og eg taki tað til mín: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk.” (Fil. 4,6)

Kelda: Bible Society UK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina