Professari í ósemjum

„Móses rætti tá hond sína út yvir havið; og í lýsingini fell vatnið aftur í farveg sín, beint meðan Egyptar komu flýggjandi ímóti tí; tá rak Harrin Egyptar mitt út í havið.“
2.Mós.14,27

 

 

Ein indari ferðaðist einaferð til Amerika fyri at lesa hægri lestur og har yviri hoyrdi hann gleðiboðskapin. Hann lat upp hjarta sítt og tók ímóti gleðiboðskapinum og gjørdist ein persónligt trúgvandi maður.

Tá hann einaferð sat uttanfyri universitetið og las í Bíbliuni kom ein professari í fornfrøði framvið honum. Hann hoyrdi unga studentin siga beint fram: „Hetta er so sanniliga eitt ófatiligt undur!“

 

Professarin spurdi tí, hvat tað var, hann las.

 

„Eg lesi frásøgnina um, hvussu Gud opnaði Reyðahavið, so at ísraelska fólkið kundi ganga turrskøddir yvirum hinumegin,“ svaraði hesin bergtikni og nýumvendi studenturin.

 

„Ungi maður,“ segði professarin, „nýggjar kanningar hava víst, at tað neyvan hevur verið stórt meira enn 10cm dýpi á tí staðnum, har ísraelska fólkið gekk yvir um Reyða Havið!“ Og so fór professarin sín veg.

 

Men tá hann nakað seinni kom aftur, sær hann studentin, ið enn situr og lesur á sama stað. Tá ið hann fer framvið honum, hoyrir hann nú unga studentin mutla fram fyri seg sjálvan: „Men hetta er eitt enn størri undur!“

 

„Hvat lesur tú so nú?“ spurdi professarin.

 

„Jú“ svaraði studenturin, „Eg las um ta stóru hendingina, tá Gud druknaði Farao og allan her hans í einum vatni, ið bert hevði 10cm dýpi!“

 

„Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark. Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð. “
Sálmur 78,12-13