Líknilsið um tær 10 moyggjarnar

Matt.25,1-13
Mong tykkara hava óivað sæð myndir av teim „10 moyggjunum, ið tóku lampur teirra og fóru út fyri at møta brúðgóminum“. Hetta var siðvenja at gera í Heilaga landinum, og hetta líknilsið segði Jesus fyri at leggja dent á, at tað er serstakliga týdningarmikið at hava ríkiligt við olju á hjartalampuni, tá hann kemur aftur eftir øllum, ið eru til reiðar, fyri at taka tey við sær heim til sín. Oljan er ein mynd uppá Heilaga andan.

 

 

Tær fimm óhygnu moyggjarnar
Tá ið brúðgómurin dvøldi við at koma kom tyngd á tær allar og tær sovnaðu. Men um midnáttarmundið ljóðaði rópið: „»Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!« …“ Tá sóu tær 5 óhygnu moyggjarnar, at lampur teirra vóru við at sløkna. Tær høvdu verið so gáloysnar, at tær høvdu gloymt at fáa nóg mikið av olju við sær. Tá tær nú ikki fingu loyvi at læna olju frá teim hygnu moyggjunum skundaðu tær sær avstað til handils at keypa olju, men tá gjørdist tað ov seint – tí brúðgómurin kom, og „dyrnar vórðu latnar aftur …“.

Vit kunnu hugsa okkum, hvussu ótroystilig, ja ræðsluslignar hesar moyggjar gjørdust, tá tær vendu aftur og varnaðust tær stongdu dyrnar. Tá dyrnar vóru latnar aftur, vórðu tær ikki latnar uppaftur fyri nøkrum, sama hvør kom framvið.

 

„Harri, Harri, lat upp!“ søgdu tær óhygnu moyggjarnar, „Men hann svaraði og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.« “ Matt.25,12 og Jesus legði afturat: „Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!“ Matt.25,13

Tær hygnu moyggjarnar

Tær høvdu syrgt fyri at hava ríkiligt av olju við sær og fóru við brúðgóminum inn til brúdleypið. Hvussu høvdu tær borið seg at við at skaffa sær nóg mikið av olju? Jú, tær høvdu biðið og hildið seg til Gud, tíðliga sum seint.

Tær bóðu dagliga, vóru trúfastar at lesa í Guds Orði, og ti vóru tær til reiðar, tá brúðgómurin kom. Tað kunnu eisini vit vera, tá Jesus kemur, um vit fyrireika okkum væl, og tá verður tað ein undurfullur dagur.

Tey frelstu, sum hava tikið móti Jesusi, kunnu ikki fáa seg til at taka lut í slíkum, ið ikki samsvarar við Guds Orði.
E.Campbell ums.