Tað stóra fimmoyra

„Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: Bíða, bróðir, lat meg taka flísina út úr eyga tínum; tú sum sjálvur ikki sært bjálkan í tínum egna eyga? Tín falsari, tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum. “
Luk.6,42

 

 

Ein lítil drongur hevði júst fingið sítt allarfyrsta fimmoyrað, og hann var sera errin um hetta. Tey gomlu fimmoyruni vóru til støddar sum ein fimmkróna í dag. Hann spældi við tað og testaði tað fyri at síggja, hvussu stórt tað var. Hann helt tað upp stutt frammanfyri eygað og segði: „Mamma, mítt fimmoyra er størri enn fjallið har yviri.“ Og so helt hann tað uppaftur nærri eygunum og segði: „Hygga nú, mamma, fimmoyrað er størri enn allur teigurin har yviri! Tað dekkar alt, so eg onki síggi av honum.“ So trýsti hann fimmoyrað heilt inn ímóti eyganum og segði: „Mamma, nú er fimmoyrað størri enn allur heimurin!“

 

Soleiðis sum tað var við fimmoyranum hjá hesum drongi, soleiðis er tað eisini ofta við teimum trupulleikunum, sum vit møta á okkara veg – tá vit halda tey ov nær at eygunum.

 

Ja, er tað í veruleikanum ikki eisini soleiðis við feilunum hjá okkara vinum? Teir síggja altíð út til at vera risastórir. Tað er ikki gott at klaga um feilirnar hjá øðrum og altíð sleyga um, hvussu illavorðin hini eru. Tey lýti og feilir onnur hava, eru als ikki so stór, kanska ikki eingong størri enn eitt fimmoyra. Men tekur tú tey tætt inn at eyganum, so fert tú helst at halda, at tey eru størri enn allur heimurin. Spill ikki tí dýrabaru tíðina við at finna feilur hjá øðrum. Men loyvið heldur ikki tíðina at fara undan tær, tí tú heldur, at trupulleikarnir eru so stórir, at tað ikki nyttar nakað at gera nakað við teir. Trupulleikarnir eru til, fyri at sigrast skal á teimum, sum tú helst veit.
E.Campbell umsetti