Syndanna fyrigeving – oh, hvør sæla!

„»Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. “
Róm.4,7

 

Oh, sæla! Syndirnar eru goymdar og brotini eru fyrigivin! Hetta er av sonnum ein signing, og uttan hetta kennir tú ikki til sanna signing. At hava fulla vissu fyri, at allar mínar syndir eru fyrigivin, er einasta grundstøði fyri sanna eydnu. At vera eydnuríkur uttan hette, tað er at vera eydnuríkur uttast úti á eggini á einum forbergi, har eg kann detta niður, nær tað skal vera. Tað er ógjørligt fyri eitt menniskja at kenna sanna og varandi eydnu, áðrenn tað hevur tikið ímóti tí guddómliga vísdómi um, at allar syndir mínar eru strikaðar vegna blóð krossins. Óvissa í hesum spurningi vil altíð vera ein kelda til sálarliga neyð og andaligan iva og sálarkvøl fyri hvørja sál, ið kennir til syndarinnar byrðu. Tað at vera óvissur um, hvørt øll mín synd varð borin av Jesusi, ella um hon enn hvílur á samvitsku míni, tað er ein vanlukkulig støða.

 

„Og hann segði við teir: »Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. “ Luk.24,46-47 „sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara, “ Ef.1,7 „og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. “ Kol.2,14

 

Her hava vit syndanna fyrigeving borið fram í Jesu navni, og hon hoyrir til tann, ið trýr hesum boðskapi. Hesin boðskapur til efesarnar og kolossufólk um syndanna fyrigeving, hon umfatar „øll fólkasløg“. Fyrigeving var knýtt til Jesu navn. Tey trúðu hesum boðskapi, og so fingu tey syndanna fyrigeving. Harrin Jesus segði við ein: „… »Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.« “ Matt.9,2 „Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvør, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.« “ Áps.10,43

Er verk Kristi fullkomið? Ja, sanniliga er tað tað! Tá eg tí í mínum góðvarni seti álit mítt til hetta, so havi eg fingið fyrigeving, og eri vorðin rættvísgjørdur og góðtikin. Øll míni misbrot vórðu løgd yvir á Kristus, tá hann varð negldur fast til træ undirgangsins. Harrin læt misbrot okkara raka hann. Hann bar tey og beindi fyri teimum. Nú er hann í Himli uttan tey. Hetta er nóg mikið fyri meg. Tá hann, ið stóð ákærdur fyri allar syndir, nú er við høgru síðu hjá Himlanna Kongi, so er tað skilligt, at eg eri settur leysur frá øllum ákærum. Alt tað, sum hitt guddómliga rættvísi kundi krevja meg til svars fyri, tað varð lagt yvir á synda-beraran. Hann leið undir Guds heilagu vreiði, so at eg kundi gerast fullkomin og fáa æviga fyrigeving og verða góðkendur av einum upprisnum og dýrabarum Frelsara.

Hetta er ein góður boðskapur. Trýrt tú hesum, kæri lesari. Sig mær, vinur mín, trýrt tú av hjarta á ein deyðan og upprisnan Kristus? Ert tú komin til hansara sum ein glataður syndari, og hevur tú trúð á hann av fullum og heilum hjarta? Trýrt tú, at hann doyði fyri syndir vára, samsvarandi Skriftina, og at hann varð grivin og at hann uppstóð triðjadagin í samsvar við Skriftirnar? Um tú gert tað, so ert tú frelstur, rættvísgjørdur, góðkendur og hevur alla fylluna í Kristi. Satt er tað, at tú í tær sjálvum er ein neyðars vesalingur við eini syndigari náttúru at stríðast ímóti til allar tíðir. Men Kristus er lív títt, hann er vísdómur tín, rættvísi títt, heilaggering tín, endurloysing tín, títt ALT!

 

Í einum sangi stendur:
”På Jesu kors, der lod han skrive, synden skal dømmes, men synderen leve.”
Hesi orð eru tikin úr Kol.2,14: „og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. “ Áh, tey dýrabaru orð! Gævi at hvør óttafullur syndari kundi lisið hesi orð við trúarinnar eygum! Hetta er ein vitnisburður, ið má geva hjartanum varandi frið. Gud er foreintur við hetta. Tað er nóg mikið fyri meg. Her finnur mín skuldatyngda, tunglynta samvitska hvílu. Eg havi sæð syndir mínar standa frammanfyri mær sum ein stórur myrkur fjallaryggur. Tey hóttu meg við æviga dómfelling, men blóð Jesu hava strikað tey øll somul. Tey eru týnd og burturbeind í allar ævir – sokkin sum blýggj niður í tað guddómliga gloymslunnar hav. Mika 7,19, og eg eri settur í frælsi.

Gævi Heilagi Andi Guds í hesi løtu førdi teg til at lýta heilt og fult á tað offri, ið nøktar eitthvørt krav.
E.Campbell umsetti